Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 1
Paulus sendir heilsan
v1 Paulus, við Guðs vilja kallaður at vera ápostul Jesu Krists, og bróðirin Sostenes, v2 senda heilsan til Guðs kirkjulið, sum er í Korint, tey sum eru halgað í Kristi Jesusi, sum eru kallað, sum eru heilag, saman við øllum teimum, sum ákalla navn várs harra Jesu Krists á einum og hvørjum staði, bæði hjá teimum og hjá okkum. v3 Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Paulus takkar Guði fyri náðigávurnar til kirkjuliðið í Korint
v4 Eg takki altíð Guði mínum tykkara vegna, fyri ta Guðs náði, sum tykkum er givin í Kristi Jesusi, v5 at tit í honum eru vorðin rík í øllum, í allari talu og í øllum kunnleika, v6 líkasum eisini vitnisburðurin um Krist er staðfestur tykkara millum, v7 so at tykkum ikki skortar nakra náðigávu, meðan tit vænta opinbering várs harra Jesu Krists, v8 hann sum eisini skal staðfesta tykkum til endans, so at tit mega vera ólastandi á degi várs harra Jesu Krists. v9 Trúfastur er Guð, sum tit vórðu kallað við til samfelags við son hansara Jesus Krist, harra okkara.
Paulus átalar ósemju
v10 Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan. v11 Tí at mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at tað er klandur tykkara millum. v12 Eg meini við hetta, at ein og hvør tykkara sigur: «Eg eri í parti Paulusar», «eg eri í parti Ápollosar», «eg eri í parti Kefasar», «eg eri í parti Krists». v13 Er tá Kristus býttur sundur? Var tað Paulus, sum varð krossfestur fyri tykkum? Ella var tað til navns Paulusar, tit vórðu doyptir? v14 Eg takki Guði fyri, at eg ongan av tykkum havi doypt uttan Krispus og Gajus, v15 fyri at eingin skal kunna siga, at tað var til mítt navn, tit vórðu doyptir. v16 Men, tað er rætt, eg doypti eisini húsfólk Stefanasar. Annars veit eg meg ikki hava doypt nakran annan.
Boðskapurin tykist teimum vantrúgvandi at vera dárskapur, men hinum kallaðu kraft og vísdómur frá Guði
v17 Tí at Kristus sendi meg ikki út at doypa, men at boða gleðiboðskapin, ikki í orðavísdómi, til tess at krossur Krists ikki skuldi verða gjørdur til eitt bert eiti. v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft. v19 Tí at skrivað stendur: «Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.» v20 Hvar er vísmaður? Hvar skriftlærdur? Hvar orðakappi í hesum heimi? Hevur Guð ikki gjørt til dárskapar vísdóm heimsins? v21 Tí at við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Guð í vísdómi Guðs, líkaði tað Guði við boðanardárskapi at frelsa tey, sum trúgva; v22 við tað at bæði Jødar krevja tekin og Grikkar søkja vísdóm, v23 men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap, v24 men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guðs vísdóm. v25 Tí at dárskapurin hjá Guði er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan.
Guð hevur valt sær tey vanvirdu
v26 Tí at, brøður, lítið at kallan tykkara, at tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir máttugir, ikki mangir hábornir; v27 men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar; v28 og tað, sum heimurin heldur ringt, og tað, sum vanvirt er, valdi Guð sær út, og tað, sum einki er, fyri at gera tað til einkis, sum er, v29 til tess at ikki skal nakað hold rósa sær fyri Guði. v30 Men honum er tað at takka, at tit eru í Kristi Jesusi, sum er vorðin okkum vísdómur frá Guði og rættvísi og halgan og endurloysing, v31 fyri at, soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum rósar sær, rósi sær í Harranum.»