Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 10
Ísraels søga prógvar, at Guð ikki hevur hugnað í øllum, sum hoyra til Guðs fólk
v1 Men eg vil ikki, brøður, at tit skulu vera ókunnigir við, at fedrar okkara vóru allir undir skýinum, og fóru allir yvir um havið, v2 og vórðu allir doyptir til Móses í skýinum og í havinum, v3 og ótu allir hin sama andliga mat, v4 og drukku allir hin sama andliga drykk; tí at teir drukku av hinum andliga kletti, sum fylgdi teimum; men kletturin var Kristus. v5 Men kortini hevði Guð ikki hugnað í hinum flestu teirra; tí at teir fullu í oyðimørkini. v6 Men hetta tilbarst sum fyridømi fyri okkum, fyri at vit ikki skuldu tráa eftir tí, sum ilt er, eins og hinir tráaðu. v7 Verðið ikki heldur skurðgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum! Soleiðis sum skrivað stendur: «Fólkið settist niður at eta og drekka, og tey stóðu upp at spæla.» v8 Latum okkum ikki heldur dríva hor, eins og nakrir av teimum drivu hor, og tað fullu á einum degi trý og tjúgu túsund! v9 Latum okkum ikki heldur freista Guð, eins og nakrir av teimum freistaðu hann og vórðu týndir av slangum. v10 Metist ikki heldur, eins og nakrir av teimum mettust, og vórðu oyðilagdir av oyðileggjaranum! v11 Men alt hetta hendi tey sum fyridømi; men tað er skrivað okkum til ávaringar, sum endin á øldunum er komin til. v12 Tí hyggi tann, sum heldur seg standa, um seg sjálvan, at hann ikki fellur! v13 Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig; men Guð er trúfastur, sum ikki vil loyva, at tit verða freistaðir út um tað, tit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at tit kunnu halda tað út.
Hini kristnu eiga ikki at taka lut í skurðgudamáltíðini
v14 Fyri tað, elskaðu mínir, flýggið skurðgudadýrkanina! v15 Eg tali til tykkara sum skilamenn; dømið tit sjálvir um tað, sum eg sigi. v16 Signingarkalikurin, sum vit vælsigna, er hann ikki samfelag við blóð Krists? Breyðið, sum vit bróta, er tað ikki samfelag við likam Krists? v17 Við tað at breyðið er eitt, eru vit, hinir mongu, eitt likam; tí at vit hava allir lut í hinum eina breyðinum. v18 Hyggið Ísrael eftir holdinum! Hava ikki teir, sum eta ofrini, samfelag við altarið? v19 Hvat sigi eg tá? At skurðgudaoffurkjøt er nakað? Ella at ein skurðgudur er nakað? v20 Nei, men at tað, sum heidningarnir ofra, tað ofra teir illum andum og ikki Guði. Men eg vil ikki, at tit skulu koma í samfelag við hinar illu andarnar. v21 Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik illu andanna; tit kunnu ikki hava borðhald við Harranum og borðhald við illu andunum. v22 Ella tora vit at birta Harrans vreiði? Munnu vit vera sterkari enn hann?
Offurkjøt frá torginum er loyvt at eta, tó ikki teimum veiku til meinboga
v23 Alt er loyvt, men ikki er alt gagnligt. Alt er loyvt, men ikki alt byggir upp. v24 Eingin søki sín egna bata, men tað sum er bati hjá øðrum! v25 Alt, sum selt verður í kjøtbúð, etið tað og hugsið ikki meira um tað fyri samvitskunnar skuld! v26 Tí at jørðin er Harrans og fylling hennar. v27 Um einhvør av hinum vantrúgvu bjóðar tykkum, og tit vilja fara, tá etið av øllum tí, sum verður sett fram fyri tykkum, og hugsið ikki meira um tað fyri samvitskunnar skuld! v28 Men um einhvør sigur við tykkum: «Hetta er offurkjøt,» tá etið ikki, fyri hansarar skuld, sum varaði tykkum við, og fyri samvitskunnar skuld. v29 Samvitskunnar, sigi eg, ikki sína egnu samvitsku, men samvitskuna hjá hinum. Tí at hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitskuni hjá øðrum. v30 Um eg fái mær at eta við tøkk, hví skal eg tá verða illa sagdur fyri tað, sum eg takki fyri? v31 Annaðhvørt tit tí eta ella drekka ella hvat tit gera, gerið tað alt til Guðs æru! v32 Verið hvørki Jødum ella Grikkum ella Guðs kirkjuliði til meinboga, v33 líkasum eg fyri mín part royni í øllum lutum at tekkjast øllum, við tað at eg ikki søki mítt egna gagn, men tað sum er hinum mongu at gagni, fyri at tey mega verða frelst.
(11,1) Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fyri mín part eri Krists!