Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 11
Konurnar skulu bera slør, tá ið kirkjufólkið kemur saman
v2 Eg rósi tykkum fyri tað, at tit í øllum lutum minnast til mín, og at tit halda fast við fyriskipanir mínar, soleiðis sum eg skipaði tykkum fyri. v3 Men eg vil, at tit skulu vita, at Kristus er høvur hvørs eins mans; men høvur konunnar er maðurin, og høvur Krists er Guð. v4 Ein og hvør maður, sum heldur bøn ella profeterar og hevur uppi á høvdinum, hann skemmir høvur sítt. v5 Men ein og hvør kona, sum heldur bøn ella profeterar við berum høvdi, hon skemmir høvur sítt; tí at tað er eitt og tað sama, sum at hon hevði rakað sær. v6 Um tí konan ikki vil hava um høvdið, tá lat hana eisini klippa sær av høvdinum; men er tað skomm fyri konu at klippa sær ella raka sær av høvdinum, tá havi hon um høvdið! v7 Tí at maður eigur ikki at hava á høvdinum, við tað at hann er mynd og æra Guðs; men konan er æra mansins. v8 Tí at ikki er maðurin av konuni; men konan av manninum. v9 Og ikki heldur varð maðurin skapaður fyri konunnar skuld, men konan fyri mansins skuld. v10 Av teirri grund eigur konan at hava eitt ráðstekin á høvdi sínum fyri einglanna skuld. v11 Men í Harranum er tó hvørki kona uttan mann ella maður uttan konu. v12 Tí at líkasum konan er av manninum, soleiðis er eisini maðurin við konuni; og alt samalt er tað av Guði. v13 Dømið hjá tykkum sjálvum: Sømir tað konu at biðja til Guðs við berum høvdi? v14 Lærir ikki sjálv náttúran tykkum, at tá ið maður ber sítt hár, tá er tað skomm fyri hann; v15 men tá ið kona ber sítt hár, tá er tað æra fyri hana? Tí at hitt síða hárið er givið henni sum eitt slør. v16 Men hevur einhvør hug at trætast um hetta, tá er slíkt ikki siður hjá okkum, ei heldur hjá kirkjuliðum Guðs.
Paulus minnir á at halda sømiligan altargang
v17 Men samtíðis sum eg fyriskipi hetta, rósi eg tykkum ikki fyri tað, at tit koma saman, ikki til tað betra, men til tað verra. v18 Tí at fyrst so hoyri eg, at tað er ósemja tykkara millum, tá ið tit koma saman í kirkjuliðinum, og fyri ein part trúgvi eg tí. v19 Tí at tað mega eisini vera serflokkar hjá tykkum, so at hini fullroyndu tykkara millum kunnu verða opinlýs. v20 Tá ið tit so koma saman í felagi, er tað ikki at eta kvøldmáltíð Harrans; v21 tí at við borðhaldið fær hvør sær sína egnu máltíð frammanundan, og situr so ein svangur, men annar ovfyllir seg. v22 Hava tit tá ikki hús til at eta og drekka í? Ella vanvirða tit Guðs kirkjulið og gera teimum fyri skommum, sum einki eiga? Hvat skal eg siga við tykkum? Skal eg rósa tykkum? Fyri hetta rósi eg tykkum ikki. v23 Tí at eg havi fingið frá Harranum tað, sum eg eisini havi latið tykkum fáa, at Harrin Jesus, ta náttina sum hann varð svikin, tók breyð, v24 og takkaði og breyt tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum er fyri tykkum; gerið hetta til mínar áminningar!» v25 Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum; gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!» v26 Tí at so ofta sum tit eta hetta breyðið og drekka kalikin, boða tit deyða Harrans, inntil hann kemur. v27 Hvør sum tess vegna etur breyðið ella drekkur kalik Harrans óverdugliga, hann verður sekur í likami og blóði Harrans. v28 Men hvør maður viti eftir hjá sær sjálvum, og síðan eti hann av breyðinum og drekki av kalikinum. v29 Tí at tann, sum etur og drekkur, hann etur og drekkur sær sjálvum til dóms, tá ið hann ikki ger mun á likaminum. v30 Av teirri orsøk eru so mong ússalig og sjúk tykkara millum, og mong sovna burtur. v31 Men dømdu vit um okkum sjálv, tá vórðu vit ikki dømd. v32 Men tá ið vit verða dømd, verða vit revsað av Harranum, fyri at vit ikki skulu verða fordømd saman við heiminum. v33 Tí, brøður mínir, tá ið tit koma saman at eta, tá bíði hvør eftir øðrum! v34 Er nakar svangur, tá fái hann sær at eta heima, fyri at samkomur tykkara ikki skulu verða tykkum til dóms. Men um hitt skal eg skipa fyri, tá ið eg komi.