Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 12
Heilagi andin sigur: Jesus er Harri
v1 Men viðvíkjandi hinum andligu gávunum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi. v2 Tit vita, at meðan tit vóru heidningar, tá vórðu tit drignir at hinum málleysu skurðgudunum, alt sum tit vórðu drignir. v3 Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar av Guðs anda, sigur: «Bannaður er Jesus!» og eingin kann siga: «Jesus er Harri,» uttan av heilagum anda.
Náðigávurnar eru allar frá hinum eina og sama Guði
v4 Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami; v5 og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami; v6 og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum. v7 Men opinbering andans verður einum og hvørjum givin til tað, sum gagnligt er. v8 Einum verður soleiðis givin við andanum vísdóms tala, øðrum kunnskapar tala eftir hinum sama anda; v9 øðrum trúgv í sama anda; øðrum gávur til at grøða í hinum eina anda; v10 øðrum at útinna kraftargerðir; øðrum profetagáva; øðrum at døma um andar; øðrum ymis tungutala; øðrum týðan av tungutalu. v11 Men alt hetta virkar hin eini og sami andin, sum býtir sundur til ein og hvønn fyri seg eftir vild síni.
Tað er við náðigávunum sum við limunum á likaminum
v12 Tí at eins og likamið er eitt og hevur mangar limir, men allir limirnir á likaminum, tó at teir eru mangir, kortini eru eitt likam, soleiðis eisini Kristus. v13 Tí at við einum anda vórðu vit jú allir doyptir til eitt likam, annaðhvørt vit eru Jødar ella Grikkar, trælir ella frælsir; og allir fingu vit ein anda at drekka. v14 Likamið er jú heldur ikki ein limur, men mangir. v15 Um fóturin segði: «Við tað at eg eri ikki hond, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur hann fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. v16 Og um oyrað segði: «Við tað at eg eri ikki eyga, hoyri eg ikki til likamið,» so heldur tað fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. v17 Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar varð tá lukturin? v18 Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði. v19 Men um teir allir vóru ein limur, hvar varð tá likamið? v20 Men nú eru tað mangir limir, men eitt likam. v21 Eygað kann ikki siga við hondina: «Eg treingi ikki til tín!» ella høvdið við føturnar: «Eg treingi ikki til tykkara!» v22 Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu, v23 og teir, sum tykjast okkum ikki so virðismiklir á likaminum, teir klæða vit við tess størri virðing; og teir limirnir, sum vit blúgvast við, verða viðfarnir við tess størri blúgv; v24 hinir harímót, sum vit ikki blúgvast við, hava tað ikki neyðugt. Men Guð hevur sett likamið soleiðis saman, at hann gav tí ringara størri æru, v25 fyri at tað ikki skal vera tvídráttur í likaminum, men fyri at limirnir skulu hava somu umsorgan hvør fyri øðrum. v26 Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. v27 Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg. v28 Og Guð hevur sett nakrar í kirkjuliðinum í fyrsta lagi til ápostlar, í øðrum lagi til profetar, í triðja lagi til lærarar, síðan kraftargerðir, tínæst gávur til at grøða, til at hjálpa, til at stýra, og ymsar tungutalur. v29 Munnu allir vera ápostlar? Munnu allir vera profetar? Munnu allir vera lærarar? Munnu allir gera kraftargerðir? v30 Munnu allir hava gávur at grøða? Munnu allir tala í tungum? Munnu allir týða? v31 Men tráið eftir hinum størstu náðigávunum! Og eg skal vísa tykkum á ein ólíka betri veg.