Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 13
Uttan kærleika eru allar náðigávur og øll offur til einkis
v1 Um eg talaði við tungum manna og eingla, men hevði ikki kærleika, tá var eg ljómandi málmur ella klingandi bjølla. v2 Og um eg hevði profetagávu og kendi øll loyndarmál og átti allan kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tá var eg einki. v3 Og um eg býtti út allar ognir mínar, og um eg læt likam mítt, so at eg varð brendur, men hevði ikki kærleika, tá gagnaði tað mær einki.
Eginskapir kærleikans
v4 Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; v5 hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; v6 hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; v7 hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.
Kærleikin óforgongiligur
v8 Kærleikin fellur onga tíð burtur; men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda. v9 Tí at vit skyna í pørtum, og vit profetera í pørtum. v10 Men tá ið hitt fullkomna kemur, tá skal tað fáa enda, sum er í pørtum. v11 Tá ið eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av. v12 Tí at nú síggja vit í spegili, í gátu; men tá skulu vit síggja andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg eri sjálvur til fulnar kendur. v13 Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.