Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 14
Profetagávan betri enn tungutalan
v1 Stundið á kærleikan, tráið eftir hinum andligu gávunum, men helst eftir at profetera! v2 Tí at tann, sum talar í tungu, talar ikki fyri monnum, men fyri Guði; tí at eingin skilir tað, men hann talar í andanum loyndarmál. v3 Men tann, sum profeterar, talar fyri monnum til uppbyggingar og áminningar og ugganar. v4 Tann, sum talar í tungu, uppbyggir seg sjálvan; men tann, sum profeterar, uppbyggir kirkjuliðið. v5 Eg vildi, at tit allir talaðu í tungum, men nógv heldur, at tit profeteraðu. Tann, sum profeterar, er størri enn tann, sum talar í tungum, uttan so er, at hann týðir tað, fyri at kirkjuliðið kann fáa uppbygging av tí. v6 Men um eg nú, brøður, komi til tykkara og tali í tungum, hvat gagn man eg tá gera tykkum, um eg ikki tali til tykkara annaðhvørt við opinbering ella við kunnleika ella við profetagávum ella við læru? v7 Sjálvt hinir lívleysu lutirnir, sum geva ljóð frá sær, annaðhvørt tað nú er pípa ella harpa, um teir ikki geva hvør sítt eyðkenda ljóð frá sær, hvussu kann tá nakar skilja tað, sum leikað verður á pípuni ella harpuni? v8 Og somuleiðis um lúðurin gevur ógreidligt ljóð, hvør man tá búgva seg til bardaga? v9 Á sama hátt við tykkum; um tit við tungu tykkara ikki tala skillig orð, hvussu kann tá tað verða skilt, sum talað verður? Tit tala tá út í bera luft. v10 Tað eru so ella so mong sløg av tungumálum til í heiminum, og einki av teimum er høpisleyst. v11 Um eg nú ikki kenni merkingina í málinum, verði eg sum útlendingur fyri tí, sum talar; og tann, sum talar, verður sum útlendingur fyri mær. v12 Á sama hátt við tykkum; tá ið tit tráa eftir hinum andligu gávunum, latið tað tá vera til uppbyggingar fyri kirkjuliðið, at tit royna at fáa ríkliga til av teimum. v13 Tí skal tann, sum talar í tungu, biðja um, at hann má kunna týða tað. v14 Tí at um eg biði í tungu, tá biður andi mín; men skil mítt ber ongan ávøkst. v15 Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini biðja við skili; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini lovsyngja við skili. v16 Annars, um tú prísar Guði við andanum, hvussu kann tá tann, sum situr á sessi hins fákunna, siga amen til takkarbøn tína, við tað at hann ikki veit, hvat tú sigur? v17 Tí at ivaleyst er takkarbøn tín vøkur, men hin verður ikki uppbygdur. v18 Eg takki Guði, at eg tali í tungum fram um tykkum allar. v19 Men í eini samkomu av kirkjufólki vil eg heldur tala fimm orð við skili mínum, fyri at eg eisini kann læra aðrar, enn tíggju túsund orð í tungu. v20 Brøður, verið ikki børn í viti; verið harímót børn í illskapi; men verið tilkomnir í viti! v21 Í lógini stendur skrivað: «Við fólki við fremmandum tungumáli og við fremmandum vørrum vil eg tala til hetta fólkið, og heldur ikki soleiðis skulu tey hoyra meg, sigur Harrin.» v22 Soleiðis eru tá tungutalurnar til eitt tekin; ikki teimum, sum trúgva, men teimum, sum eru vantrúgvandi; men profetagávan er ikki fyri tey, sum eru vantrúgvandi, men fyri tey, sum trúgva. v23 Um nú alt kirkjuliðið kemur saman, og allir tala í tungum, og inn koma nakrir ókunnigir ella vantrúgvandi, munnu teir tá ikki siga, at tit hava mist vitið? v24 Men um allir profetera, og inn kemur onkur vantrúgvandi ella ókunnigur, tá verður hann sannførdur av øllum, dømdur av øllum. v25 Loynimálini í hjarta hansara verða opinber, og hann vil tá falla fram á ásjón sína og tilbiðja Guð og vitna tað, at Guð av sonnum er tykkara millum.
Í kirkjusamkomuni má alt vera til uppbyggingar
v26 Hvussu er tað tá, brøður? Tá ið tit koma saman, tá hevur hvør sítt: ein hevur ein sálm, ein læru, ein opinbering, ein tungutalu, ein týðing. Alt veri til uppbyggingar! v27 Eru tað onkrir, sum tala í tungu, tá latið tað vera tveir ella í mesta lagi tríggjar, og ein í senn, og ein skal týða tað. v28 Men er eingin, sum kann týða, tá tegi hin í kirkjusamkomuni, men hann tali við seg sjálvan og við Guð. v29 Men profetar tali tveir ella tríggir; og hinir skulu døma um tað! v30 Men fær einhvør annar, sum har situr, eina opinbering, tá tagni hin fyrri. v31 Tí at tit kunnu allir profetera, hvør aftan á annan, til tess at allir kunnu fáa lærdóm og allir fáa áminning; v32 og profeta andar eru profetum undirgivnir. v33 Tí at Guð er ikki óskils, men friðar Guð.
Konurnar skulu tiga í kirkjusamkomuni
v34 Eins og í øllum kirkjuliðunum hjá hinum heilagu, skulu konur tykkara tiga í kirkjusamkomunum; tí at tað er ikki teimum loyvt at tala, men tær skulu vera undirbrotligar, soleiðis sum eisini lógin sigur. v35 Men vilja tær læra okkurt, tá skulu tær spyrja sínar egnu menn heima; tí at tað er ósømd fyri konu at tala í kirkjusamkomu. v36 Ella er tað frá tykkum, at Guðs orð er gingið út? Ella er tað komið til tykkara aleina?
Alt eigur at fara fram við sóma og skili
v37 Um einhvør tykist at vera profetur ella andligur, tá má hann duga at skyna, at tað, sum eg skrivi til tykkara, er boð Harrans. v38 Men um einhvør ikki skynir tað, tá lati hann vera at skyna tað! v39 Tess vegna, brøður mínir, tráið eftir at profetera, og forðið ikki fyri at tala í tungum! v40 Men sómi og skil veri á øllum!