Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 15
Uppreisn Krists
v1 Men eg kunngeri tykkum, brøður, tann gleðiboðskapin, sum eg boðaði tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa fastir í, v2 sum tit eisini verða frelstir við, um tit halda fast við orðið, sum eg boðaði tykkum gleðiboðskapin við, – uttan so skuldi verið, at tit hava trúð til einkis. v3 Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst, tað sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, v4 og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, v5 og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; v6 og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn, – av teimum eru teir flestu á lívi enn, men nakrir eru sovnaðir burtur. v7 Og aftan á tað varð hann sæddur av Jákupi, síðan av øllum ápostlunum. v8 Men síðst av øllum varð hann sæddur eisini av mær eins og burði, sum ikki er komin av tíð, v9 tí at eg eri hin ringasti av ápostlunum og eri ikki verdur at verða kallaður ápostul, við tað at eg forfylgdi Guðs kirkjuliði. v10 Men av Guðs náði eri eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið til ónýtis; nei, eg havi arbeitt meira enn teir allir, tó ikki eg, men Guðs náði við mær. v11 Annaðhvørt tað so eri eg ella tað eru teir, soleiðis prædika vit, og soleiðis tóku tit við trúnni.
Prógv um uppreisn yvirhøvur
v12 Men tá ið nú verður prædikað, at Kristus er risin upp frá deyðum, hvussu kunnu tá summir tykkara millum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til? v13 Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; v14 men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd. v15 Men vit koma tá eisini at roynast sum lygivitni um Guð, av tí at vit hava vitnað móti Guði, at hann reisti upp Krist, sum hann ikki hevur reist upp, so framt sum deyð ikki rísa upp. v16 Tí at rísa ikki deyð upp, tá er Kristus ikki heldur risin upp; v17 men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, v18 og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi. v19 Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. v20 Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. v21 Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. v22 Tí at líkasum øll doyggja í Ádami, soleiðis skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristi. v23 Men ein og hvør í sínum raði: Kristus sum frumgróðurin, tínæst tey, sum hoyra Kristi til við komu hansara; v24 síðan kemur endin, tá ið hann letur ríkið til Guð og faðirin, tá ið hann hevur týnt einum og hvørjum harradømi, einum og hvørjum veldi og mátti. v25 Tí at hann skal vera kongur, til tess hann hevur lagt allar fíggindarnar undir føtur sínar. v26 Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin; v27 tí at alt hevur hann lagt undir føtur hansara. Men tá ið hann sigur, at alt er lagt undir, er tað eyðvitað, at hann er undantikin, sum legði alt undir hann. v28 Men tá ið alt er lagt undir hann, tá skal eisini sonurin sjálvur leggja seg undir tann, sum legði allar lutir undir hann, til tess at Guð má vera alt í øllum.
Onnur prógv
v29 Hvat gera tá annars tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu? Um deyð yvirhøvur ikki rísa upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey? v30 Hví seta vit okkum eisini í váða hvønn tíma? v31 Hvønn dag doyggi eg, so satt sum eg kann rósa mær av tykkum, brøður, í Kristi Jesusi, harra okkara. v32 Tá ið eg, á manna vísi talað, havi barst við villdjór í Efesus, hvat gagn havi eg tá av tí? Um deyð ikki rísa upp, «tá latum okkum eta og drekka, tí at í morgin doyggja vit!» v33 Villist ikki! Ringt felag spillir góðar siðir. v34 Verið rættuliga klárvaknir og syndið ikki! Tí at summir hava ongan kunnleika um Guð; tykkum til skammar sigi eg tað.
Um uppreisnarlikamið
v35 Men nú kundi onkur sagt: «Hvussu rísa hini deyðu upp? Og við hvørjum likami koma tey?» v36 Fákunni tú! Tað, sum tú sáar, verður ikki gjørt livandi, uttan at tað doyr; v37 og tá ið tú sáar, er tað ikki tað likamið, sum koma skal, tú sáar, men eitt bert frækorn, annaðhvørt tað nú er av hveiti ella onkrum øðrum sáðkorni. v38 Men Guð gevur tí eitt likam, soleiðis sum hann hevur viljað, og hvørjum slagi av sáðkorni sítt egna likam. v39 Ikki er alt hold sama hold; men eitt er mannahold, annað er djóra; eitt er fuglahold, annað er fiska. v40 Og til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hinum jørðisku. v41 Ein er ljómi sólarinnar, og annar er ljómi mánans og annar ljómi stjarnanna; tí at stjørna brýtur av frá stjørnu í ljóma. v42 Soleiðis er tað eisini við uppreisnini av deyðum. Tað verður sáað forgongiligt, men rísur upp óforgongiligt. v43 Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, men rísur upp í styrkleika. v44 Tað verður sáað eitt náttúrligt likam, men rísur upp eitt andligt likam. Er eitt náttúrligt likam til, tá er eisini eitt andligt likam til. v45 Soleiðis stendur eisini skrivað: «Hin fyrsti maðurin, Ádam, varð livandi sál,» hin seinni Ádam lívgandi andi. v46 Men hitt andliga er ikki tað fyrsta, men hitt náttúrliga, síðan hitt andliga. v47 Hin fyrsti maðurin var frá jørð, av mold, hin annar maðurin er frá himni. v48 Eins og hin jørðiski var, soleiðis eru eisini hini jørðisku; og eins og hin himmalski var, soleiðis eru eisini hini himmalsku. v49 Og líkasum vit hava borið mynd hins jørðiska, soleiðis skulu vit eisini bera mynd hins himmalska.
Tey, sum verða eftir til afturkomu Krists, skulu umbroytast likamliga
v50 Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva Guðs ríki, heldur ikki arvar hitt forgongiliga óforgongiligleikan. v51 Sí, eg sigi tykkum eitt loyndarmál. Vit skulu ikki allir sovna burtur, men vit skulu allir verða umbroyttir, v52 í bræði, í einum eygnabragdi, við hin síðsta lúðurin; tí at lúðurin skal gella, og hini deyðu skulu rísa upp, óforgongilig, og vit skulu verða umbroyttir. v53 Tí at hetta forgongiliga eigur at verða klætt í óforgongiligleika, og hetta deyðuliga eigur at verða klætt í ódeyðuligleika. v54 Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: «Deyðin er uppslúkaður í sigur.» v55 «Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?» v56 Men broddur deyðans er syndin, og máttur syndarinnar er lógin. v57 Men tøkk veri Guði, sum gevur okkum sigurin við harra várum, Jesusi Kristi! v58 Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!