Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 16
Kærleiksgáva til kirkjuliðið í Jerúsalem
v1 Men viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, tá gerið eisini tit soleiðis, sum eg havi skipað kirkjuliðunum í Galatiu fyri. v2 Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør av tykkum heima hjá sær sjálvum leggja eitt sindur burturav og hava tað niðurfyri, sum tað kann bera til hjá honum eftir førimuni, so at tað ikki tá fyrsta verður farið undir samanskotið, tá ið eg komi. v3 Men tá ið eg komi, skal eg senda teir, sum tit halda dugandi til tess, við brævum at fara við kærleiksgávu tykkara til Jerúsalem. v4 Men er tað vert, at eg eisini fari, tá skulu teir vera í ferðini við mær.
Ferðaætlan Paulusar
v5 Eg komi til tykkara, tá ið eg havi ferðast um Makedóniu; tí at eg leggi ferð mína um Makedóniu. v6 Men tað kann vera, at eg steðgi eina tíð hjá tykkum, ella eisini verði allan veturin, fyri at tit kunnu fylgja mær á leið, hvar eg so tá fari. v7 Tí at eg vil ikki síggja tykkum nú á veginum; men eg vóni at kunna verða eina tíð hjá tykkum, um Harrin vil loyva tað. v8 Men eg verði verandi í Efesus líka til hvítusunnu; v9 Tí at einar dyr eru mær opnaðar har, víðar og virkisfullar, og mótstøðumenninir eru mangir.
Timoteus og Ápollos koma
v10 Tá ið Timoteus kemur, tá síggið til, at hann óttaleyst kann vera hjá tykkum; tí at tað er Harrans gerningur, hann ger, eins og eg. v11 Tí má eingin vanvirða hann; men fylgið honum á leið í friði, fyri at hann kann koma til mín; tí at eg vænti hann við brøðrunum. v12 Men hvat ið bróðurinum Ápollosi viðvíkur, tá havi eg biðið hann so mikið um at fara til tykkara saman við brøðrunum; men hann hevði heilt ongan hug at fara nú, men hann skal koma, tá ið hann fær stundir.
Áminningar
v13 Vakið, standið fastir í trúnni, verið manniligir, verið sterkir! v14 Alt hjá tykkum veri gjørt í kærleika!
Húski Stefanasar og sendimenn Korintmanna
v15 Men eg áminni tykkum, brøður, – tit vita um hús Stefanasar, at tað er frumgróður Akkeu, og at tey hava givið seg í tænastu hjá hinum heilagu, – v16 at eisini tit eru slíkum monnum undirgivnir, og einum og hvørjum, sum arbeiðir við og ger sær ómak. v17 Eg gleði meg um, at Stefanas og Fortunatus og Akaikus eru her hjá mær, tí at teir hava bøtt um saknin av tykkum. v18 Tí at teir hava kveikt anda mín og tykkara. Havið tí slíkar í metum!
Heilsanir
v19 Kirkjuliðini í Ásiu lata heilsa tykkum. Akvilas og Priska saman við kirkjuliðinum í húsi teirra lata heilsa tykkum so mikið í Harranum. v20 Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi!
Heilsan skrivað av Paulusi sjálvum
v21 Heilsan við míni egnu, Paulusar, hond. v22 Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Maran ata! v23 Harrans Jesu náði veri við tykkum! v24 Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi!