Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 3
Trúarflokkarnir í Korint eru prógv um andliga ómenning
v1 Og eg, brøður, kundi ikki tala við tykkum sum við andligar, men sum við holdligar, sum við nýføðingar í Kristi. v2 Mjólk gav eg tykkum at drekka, ikki tuggumat; tí at enn toldu tit tað ikki, ja, tit tola tað heldur ikki enn. v3 Tí at tit eru enn holdligir. Tí at tá ið øvund og trætnaður er tykkara millum, eru tit tá ikki holdligir og fara at á manna vísi? v4 Tí at tá ið ein sigur: «Eg eri í parti Paulusar,» og annar: «Eg eri í parti Ápollosar,» eru tit tá ikki menniskjur?
Paulus og Ápollos eru bert tænarar og starvsfelagar Guðs, tó hvør við síni ábyrgd
v5 Hvat er tá Ápollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum fingu tykkum til at taka við trúgv, og tað eftir sum Harrin gav hvørjum fyri seg. v6 Eg setti niður, Ápollos vætti, men Guð gav vøkst. v7 So er tá hvørki tann nakað, sum setir niður, ella tann, sum vætir, men Guð, sum gevur vøkst. v8 Men tann, sum setir niður, og tann, sum vætir, eru eitt; men ein og hvør skal fáa sína egnu løn eftir sínum egna arbeiði. v9 Tí at Guðs starvsfelagar eru vit; Guðs akurlendi, Guðs bygningur eru tit.
Paulus undirstrikar ábyrgdina
v10 Eftir teirri Guðs náði, sum mær er givin, havi eg sum ein kønur húsasmiður lagt grundvøll; men annar byggir omaná; men ein og hvør gevi gætur, hvussu hann byggir omaná. v11 Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus. v12 Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm, v13 tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt; tí at dagurin skal sýna tað, av tí at hann verður opinberaður við eldi; og hvussu verkið hjá einum og hvørjum er, tað skal eldurin prógva. v14 Um verkið hjá einumhvørjum, sum hann bygdi omaná, verður standandi, tá skal hann fáa løn. v15 Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi. v16 Vita tit ikki, at tit eru Guðs tempul, og at andi Guðs býr í tykkum? v17 Um einhvør oyðir Guðs tempul, tá skal Guð oyða hann; tí at heilagt er Guðs tempul, og tað eru tit.
Paulus minnir á ikki at byggja á egnan vísdóm ella á menniskjur
v18 Eingin svíki seg sjálvan! Um einhvør tykist vera vísur tykkara millum í hesum heimi, hann verði ein dári, fyri at hann kann verða vísur! v19 Tí at vísdómurin, sum hoyrir hesum heimi til, er dárskapur hjá Guði; tí at skrivað stendur: «Hann er tann, sum fangar hinar vísu í falsi teirra.» v20 Og aftur: «Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar.» v21 Tí rósi eingin sær av menniskjum, tí at alt er tykkara; v22 hvørt tað so er Paulus, ella Ápollos, ella Kefas, ella heimur, ella lív, ella deyði, ella hitt verandi, ella hitt komandi, alt er tykkara; v23 men tit eru Krists, men Kristus er Guðs.