Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 8
Viðvíkjandi kjøti frá skurðgudaofrum
v1 Men viðvíkjandi kjøtinum frá skurðgudaofrunum, vita vit, at vit allir hava kunnugleika. Kunnugleikin blæsur upp, men kærleikin byggir upp. v2 Um einhvør tykist at kenna nakað, tá kennir hann enn ikki soleiðis, sum hann eigur at kenna tað. v3 Men um einhvør elskar Guð, tá er hann kendur av honum. v4 Men viðvíkjandi áti av skurðgudaoffurkjøti, tá vita vit, at eingin skurðgudur í heiminum er til, og at eingin er Guð uttan ein. v5 Tí at um so er, at sokallaðir gudar eru til, annaðhvørt tað so er í himni ella á jørð, soleiðis sum tað eru mangir gudar og mangir harrar, v6 so er fyri okkum tó bert ein Guð, faðirin, sum allir lutir eru frá, og sum vit hoyra til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum allir lutir eru vorðnir til við, og vit við honum.
Frælsi teirra sterku í trúnni má ikki verða teim veiku til meinboga
v7 Tó er tann kunnugleikin ikki hjá øllum; men tað eru nakrir, sum eta tað sum skurðgudaoffurkjøt, av tí at teir higartil hava verið vanir við skurðgudar, og samvitska teirra, sum veik er, verður dálkað. v8 Men matur gevur okkum ongan fyrimun hjá Guði; hvørki vinna vit nakað, um vit eta, ella missa vit nakað, um vit ikki eta. v9 Men gevið gætur, at hetta frælsi tykkara ikki verður hinum veiku ein meinbogi! v10 Tí at um einhvør sær teg, sum hevur kunnugleika, sita til borðs í skurðgudahúsi, man tá ikki samvitska hansara, sum veikur er, verða tilstuðlað til at eta skurðgudaoffurkjøt? v11 Tí at hin veiki fer til grundar fyri kunnugleika tíns skuld, bróðirin, sum Kristus doyði fyri. v12 Men tá ið tit soleiðis synda móti brøðrunum og sára veiku samvitsku teirra, tá synda tit móti Kristi. v13 Av teirri grund vil eg, um matur er bróður mínum ein meinbogi, um aldur og ævir ikki eta kjøt, fyri at eg ikki skal vera bróður mínum ein meinbogi.