Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 11
Falslærarar í Korint gera, at Paulus má rósa sær
v1 Gævi, at tit vildu tola eitt sindur av fávitsku av mær! Jú, ivaleyst hava tit tol við mær. v2 Tí at eg eri vandin um tykkum við vandlæti Guðs; tí at eg havi trúlovað tykkum við einum manni, fyri at eg kundi leiða eina reina moyggj fram fyri Krist. v3 Men eg kvíði fyri, at eins og ormurin sveik Evu við svikum sínum, soleiðis skulu eisini hugsanir tykkara verða spiltar og leiddar burtur frá hinum einfalda trúskapinum móti Kristi. v4 Tí at um einhvør kemur og prædikar annan Jesus, sum vit ikki hava prædikað, ella tit fáa annan anda, sum tit ikki hava fingið, ella annan gleðiboðskap, sum tit ikki hava tikið ímót, tá mundu tit tola tað rættuliga væl. v5 Tí at eg haldi meg tó ikki í nøkrum luti standa aftan fyri hinar ovurstóru ápostlarnar; v6 men um eg so eri ólærdur í taluni, eri eg tað tó ikki í kunnleikanum, heldur tvørtur ímót hava vit á allan hátt sýnt tykkum hann í øllum lutum.
Paulus hevur ikki sum teir tikið við løn av kirkjuliðinum
v7 Ella gjørdi eg synd, tá ið eg setti meg sjálvan lágt, fyri at tit kundu verða settir høgt, við tað at eg boðaði tykkum gleðiboðskap Guðs fyri einki? v8 Onnur kirkjulið rændi eg, við tað at eg tók løn av teimum fyri at kunna tæna tykkum; og tá ið eg var hjá tykkum og mær vantaði okkurt, varð eg tó ikki nøkrum til byrði. v9 Tí at um trot mítt bøttu brøðurnir, sum komu úr Makedóniu; og í øllum varnaðist eg fyri at falla tykkum til tyngslu, og vil varnast. v10 So satt sum sannleiki Krists er í mær, skal hesum rósi um meg ikki verða byrgt fyri í bygdarløgunum í Akkeu. v11 Hví tá? Av tí at eg ikki elski tykkum? Nei, tað veit Guð! v12 Men tað sum eg geri, vil eg eisini gera framvegis, so at eg kann forða teimum tilevni, sum royna at fáa eitt tilevni, til tess at teir mega gerast okkum líkir í tí, sum teir rósa sær av. v13 Tí at slíkir menn eru falskir ápostlar, svikaligir arbeiðarar, sum taka á seg mynd sum ápostlar Krists. v14 Og tað er ikki undur í; tí at sjálvur Sátan tekur á seg mynd sum ein ljóseingil. v15 Tað er tí ikki nakað stórt, um eisini tænarar hansara taka á seg mynd sum rættvísitænarar; men endalykt teirra skal verða eftir verkum teirra.
Trongdir hans eru prógv um, at hann er tænari Krists av sonnum
v16 Aftur sigi eg: Eingin haldi meg vera fákunnan! Men um so er, so gevið mær tó ljóð sum einum fákunnum, fyri at eisini eg kann rósa mær eitt sindur. v17 Tað sum eg nú tali, tali eg ikki eftir sinnalagi Harrans, men sum í fákunnu, við tað at eg við slíkum treysti rósi mær. v18 Av tí at mangir rósa sær eftir holdinum, vil eg eisini rósa mær soleiðis; v19 tí at gjarna tola tit hinar fákunnu, so vitrir sum tit eru. v20 Tí at tit tola tað, um einhvør ger tykkum til trælar, um einhvør etur tykkum upp, um einhvør tekur tykkum, um einhvør setir seg høgt, um einhvør slær tykkum í andlitið. v21 Mær til skammar sigi eg hetta, við tað at vit hava verið veikir; men har sum einhvør heldur nógv um seg sjálvan – eg tali í fákunnu, – har geri eg tað við. v22 Eru teir Hebrear? Eg eri tað við. Eru teir Ísraelitar? Eg við. Eru teir Ábrahams ætt? Eg við. v23 Eru teir tænarar Krists? – eg tali sum ein óður maður –, eg eri tað nógv meira. Eg havi havt nógv størri stríð, eg havi fingið nógv fleiri sløg, verið tíðari í fongsli, ofta í lívsvanda. v24 Av Jødum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt. v25 Tríggjar ferðir eri eg vorðin húðflongdur, eina ferð steinaður, tríggjar ferðir havi eg liðið skipbrot, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum. v26 Ofta á ferðing, í vandum av áum, í vandum av ránsmonnum, í vandum av landsmonnum, í vandum av heidningum, í vandum í bygd, í vandum í oyðimørk, í vandum á sjógvi, í vandum av følskum brøðrum, v27 í strevi og møði, ofta í náttarvøkum, í hungri og tosta, ofta í føstu, í kulda og nakni. v28 Og umframt, alt tað sum her kemur aftrat, dagligar ónáðir, umsorgan fyri øllum kirkjuliðunum. v29 Hvør er veikur, uttan at eg við eri veikur? Hvør fær meinboga, uttan at tað brennur í mær? v30 Um eg endiliga skal rósa mær, vil eg rósa mær av veikleika mínum. v31 Guð og faðir Harrans Jesu, hann sum vælsignaður er allar ævir, veit, at eg ikki ljúgvi. v32 Í Damaskus setti landshøvdingin hjá Aretas vaktarhald um staðin hjá Damaskusmonnum fyri at taka meg; v33 og gjøgnum ein glugga varð eg sigin niður fyri múrin í eini kurv og slapp úr hondum hansara.