Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 13
Paulus fúsur at fara strangliga fram móti teimum seku, men vónar, at hetta brævið skal gera tað óneyðugt
v1 Hetta er nú triðja ferðin, eg komi til tykkara. Eftir munni av tveimum ella trimum vitnum skal hvør søk standa føst. v2 Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað fyrr, eins og tá ið eg var hjástaddur á øðrum sinni, soleiðis nú tá ið eg eri frástaddur, við teir, sum áður hava syndað, og við allar hinar, at tá ið eg komi aftur, vil eg ikki eira, v3 við tað at tit krevja prógv av Kristi, sum talar í mær, honum sum ikki er máttleysur hjá tykkum, men er sterkur tykkara millum. v4 Tí at víst varð hann krossfestur av máttloysi, men hann livir av Guðs kraft; tí at eisini vit eru máttleysir í honum, men vit skulu liva við honum av Guðs kraft viðvíkjandi tykkum. v5 Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni; roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki á tykkum sjálvum, at Kristus Jesus er í tykkum? Tað skuldi so verið, at tit ikki standast prógvið. v6 Men eg vóni, at tit skulu fáa at kenna, at vit eru ikki teir, sum ikki standast prógvið. v7 Men vit biðja til Guðs, at tit ikki mega gera nakað ilt, ikki fyri tað vit skulu vísa okkum at standast prógvið, men fyri at tit mega gera tað, sum gott er, um so vit skulu vera sum teir, ið ikki standast prógvið. v8 Tí at vit eru einki mentir móti sannleikanum, men fyri sannleikanum. v9 Tí at vit gleðast, tá ið vit eru veikir, men tit eru sterkir; men hetta biðja vit eisini um, at tit mega verða fullkomnir. v10 Tí skrivi eg hetta frástaddur, fyri at eg, tá ið eg eri hjástaddur, ikki skal noyðast at fara fram við hørðum, eftir tí valdi, sum Harrin hevur givið mær til uppbyggingar og ikki til niðurbrótingar.
Orð til endans
v11 Annars, brøður, verið glaðir! Verið fullkomnir, áminnið hvør annan, verið samhugaðir, verið friðsamir! Tá skal Guð kærleikans og friðarins vera við tykkum. v12 Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Øll hini heilagu lata heilsa tykkum. v13 Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum!