Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 4
Paulus boðar evangeliið við góðari samvitsku
v1 Tess vegna, við tað at vit hava fingið hesa tænastu, soleiðis sum vit hava fingið náði til, falla vit ikki í fátt. v2 Men vit hava avsagt okkum hinar skammiligu loynigøturnar og fara ikki fram við svikum ella falska Guðs orð, men við at kunngera sannleikan bjóða vit okkum fram fyri samvitsku hvørs mans fyri ásjón Guðs. v3 Men um so er, at gleðiboðskapur okkara er huldur við einum skýli, tá er tað millum teirra, sum glatast, at hann er huldur við skýli, v4 hjá teimum, sum gudurin yvir hesum heimi hevur blindað hin vantrúna hugin á, fyri at ljósið frá gleðiboðskapinum um dýrd Krists, hann sum er Guðs mynd, ikki skuldi skína. v5 Tí at ikki okkum sjálvar prædika vit, men Krist Jesus sum harra, men okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesu skuld. v6 Tí at Guð, sum segði: «Úr myrkrinum skal ljós skína fram!» hann læt tað skína í hjørtum okkara, fyri at lata kunnleikan um Guðs dýrd í ásjón Krists lýsa fram.
Dýrgripur í leirkeri, fyri at kraftin skal vera Guðs
v7 Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum, v8 trongdir sum vit eru í øllum førum, men tó ikki innibyrgdir; ivafullir, men tó ikki ráðleysir; v9 atsøktir, men tó ikki uppgivnir; feldir, men tó ikki týndir; v10 altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í likami okkara. v11 Ja, altíð verða vit, meðan vit liva, givnir upp til deyða fyri Jesu skuld, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í deyðuliga holdi okkara. v12 Soleiðis er tá deyðin virksamur í okkum, men lívið í tykkum.
Troyst í vónini um æviga dýrd
v13 Men av tí at vit hava hin sama trúar andan, samsvarandi tí, sum skrivað stendur: «Eg trúði, tí talaði eg,» so trúgva vit eisini, og tí tala vit eisini, v14 við tað at vit vita, at hann, sum vakti upp Harran Jesus, skal eisini uppvekja okkum saman við Jesusi og leiða okkum fram saman við tykkum. v15 Tí at alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náðin, sum er økt við at náa til tess fleiri, má gera takkargerðina ríkliga til Guðs æru. v16 Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi. v17 Tí at trongd okkara, sum er stokkut og lætt, virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga tyngd av dýrd, v18 við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.