Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 8
Paulus biður um kærleiksgávu til tey fátæku
v1 Men vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guðs, sum er givin í kirkjuliðunum í Makedóniu, v2 at tó at tey vórðu nógv roynd í trongd, hevur gleði-ríkdómur teirra og hin djúpi fátækdómur teirra flotið yvir í gávumildi-ríkidømi teirra. v3 Tí at eftir førimuni, tað vitni eg, ja, út um førimun góvu tey av egnum ávum, v4 so at tey bønaðu og bóðu okkum um ta náði at sleppa upp í part við okkum um hjálpina til hini heilagu; v5 og tey góvu ikki bert soleiðis sum vit høvdu vónað, men seg sjálv góvu tey fyrst og fremst til Harrans og síðan til okkara við Guðs vilja, v6 so at vit bóðu Titus um, at líkasum hann áður hevði byrjað, soleiðis skuldi hann við fullenda hjá tykkum eisini hesa kærleiksgávu. v7 Men eins og tit í øllum lutum eru ríkir, í trúgv og talu og kunnleika, og í øllum áhuga og í kærleika tykkara til okkara, soleiðis skulu tit eisini vera ríkir í hesi kærleiksgávu. v8 Eg sigi hetta ikki sum eitt boð, men fyri at royna dygdina í kærleika tykkara við áhuganum hjá øðrum. v9 Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir. v10 Og eg sigi meining mína í hesum máli; tí at tað er tykkum at gagni, tit, sum longu síðan í fjør vóru teir fyrstu at leggja fyri ikki bert í verki, men eisini í vilja. v11 Men fullførið nú eisini verkið, fyri at fullendingin, eins og hugurin til at vilja, má vera eftir førimuni. v12 Tí at um viljin er góður, tá er hann væl toknaður eftir tí, sum hann hevur til, ikki eftir tí, sum hann ikki hevur til. v13 Ikki so at skilja, at aðrir skulu fáa ein lætta, og tit eina byrði; men at tað skal vera javni. Nú um stund bøtir yvirflóð tykkara um trotið hjá hinum, v14 fyri at eisini yvirflóðin hjá hinum kann bøta um trot tykkara, so at tað fer at vera javni; v15 soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum mikið savnaði, fekk ikki ovmikið, og tann, sum lítið savnaði, hjá honum treyt ikki.»
Titus og tveir aðrir koma til Korint at skipa fyri innsavningini
v16 Men tøkk veri Guði, sum vakti henda sama íðinskap fyri tykkum í hjarta Titusar! v17 Tí at væl fekk hann studling frá mær, men hann er sjálvur so hugaður, at hann fer avstað til tykkara sjálvkravdur. v18 Og saman við honum senda vit tann bróðurin, sum er gitin í øllum kirkjuliðunum fyri arbeiði sítt í gleðiboðskapinum. v19 Og ikki bert tað, men hann er eisini av kirkjuliðunum útvaldur til at vera í ferðini við okkum við hesi kærleiksgávu, sum vit hava umsjón við, til at fremja Harrans egnu dýrd og fúsleika okkara, v20 við tað at vit vilja vara okkum fyri, at nakar skal lasta atferð okkara viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum vit hava umsjón við. v21 Tí at hugur okkara stendur til tað, sum gott er, ikki bert í Harrans eygum, men eisini í manna eygum. v22 Og vit senda saman við teimum bróður okkara, sum vit ofta í mongum førum hava roynt sum ein ídnan mann, men nú so nógv ídnari vegna sítt mikla treyst til tykkara. v23 Hvat ið nú Titusi viðvíkur, tá er hann felagi mín og starvsbróðir hjá tykkum, ella brøðrum okkara viðvíkur, tá eru teir sendimenn frá kirkjuliðunum, æra Krists. v24 Sýnið teimum tá, fyri eygunum á kirkjuliðunum, prógvið um kærleika tykkara og um rós okkara av tykkum!