Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 9
Paulus biður upp aftur Korintmenn um at geva munandi til felagsgávuna
v1 Um hjálpina til hini heilagu er tað, sum nú er statt, óneyðugt hjá mær at skriva til tykkara; v2 tí at eg kenni tykkara góða hug, sum eg rósi mær av tykkara vegna hjá Makedónum, at Akkea hevur verið til reiðar longu síðan í fjør; og íðinskapur tykkara hevur elvt tess fleiri til kappingar. v3 Men eg sendi brøðurnar, fyri at rós okkara av tykkum ikki skal koma upp í einki í hesum luti, og fyri at tit, soleiðis sum eg segði, mega vera lidnir; v4 so at ikki tað skal vera, at vit, – fyri ikki at siga tit – skulu verða til skammar í hesum treysti, um tað koma Makedónar við mær, og teir finna tykkum ólidnar. v5 Eg helt tað tí vera neyðugt at stuðla brøðrunum til at fara undan mær til tykkara og frammanundan skipa fyri gávu tykkara, sum áður er lovað, so at hon kann vera liðug sum ein signing og ikki sum ein pírnisgáva. v6 Men hetta sigi eg: Tann, sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. v7 Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara. v8 Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk; v9 soleiðis sum skrivað stendur: «Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku, góðgerð hans varir allar ævir.» v10 Men tann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð til føðslu, hann skal eisini geva tykkum sáð og gera tað margfalt og geva avgrøðini av góðgerð tykkara vøkst, v11 so at tit í øllum lutum verða ríkir til alla gávumildi, sum við okkum virkar takksemi til Guðs. v12 Tí at starvið við hesi tænastu bøtir ikki bert um trotið hjá hinum heilagu, men ber eisini ríkan ávøkst við takkargerðum til Guðs frá mongum, v13 við tað at tey av tí sannroynda hjartalagi, sum henda hjálpin sýnir, koma at lova Guði fyri lýdni tykkara til at viðkenna tykkum gleðiboðskapin um Krist, og fyri trúlyndi tykkara í samfelaginum við tey og við øll, v14 við tað at tey eisini í bøn fyri tykkum tráa eftir tykkum vegna Guðs ovurríku náði móti tykkum. v15 Tøkk veri Guði fyri sína ósigandi gávu!