Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna, kapittul 1
Paulus heilsar kirkjuliðunum í Galatalandi
v1 Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ikki heldur við nakað menniskja, men við Jesus Krist og Guð faðir, sum vakti hann upp frá deyðum, v2 og allir brøðurnir, sum eru við mær, til kirkjuliðini í Galatalandi: v3 Náði veri við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi, v4 sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at hann kundi bjarga okkum út úr hesum núverandi vánda heimi, eftir vilja Guðs og faðirs várs; v5 honum veri heiðurin um aldur og allar ævir! Amen.
Paulus boðar tann einasta sanna gleðiboðskapin
v6 Eg undrist á, at tit so skjótt lótu tykkum venda burtur frá honum, sum kallaði tykkum við náði Krists, til ein annan gleðiboðskap, v7 sum tó ikki er ein annar; men tað eru bert nakrir, sum gera tykkum í ørviti og vilja venda gleðiboðskapi Krists við. v8 Men um so vit ella ein eingil frá himni boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum vit hava boðað tykkum, tá veri hann bannaður! v9 Sum vit áður hava sagt, so sigi eg nú uppaftur: Um einhvør boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum tit hava tikið við, tá veri hann bannaður! v10 Tali eg tá nú monnum til vildar, ella Guði? Ella royni eg at tekkjast monnum? Um eg enn vildi tekkjast monnum, tá var eg ikki tænari Krists.
Hesin boðskapur er frá Kristi, ikki frá monnum
v11 Men eg geri tykkum kunnigt, brøður, at tann gleðiboðskapur, sum er boðaður av mær, er ikki mannaverk; v12 tí at heldur ikki eg havi fingið hann ella havi lært hann av nøkrum manni, men við opinbering Jesu Krists. v13 Tit hava eyðvitað hoyrt um atferð mína áður í Jødadóminum, at eg óføra harðliga søkti at kirkjuliði Guðs og royndi at oyða tað. v14 Og eg fór longur í Jødadóminum enn mangir javnaldrar mínir í fólki mínum, í tí at eg var nógv meira vandin um lærdómarnar frá fedrum mínum. v15 Men tá ið tað líkaði Guði, sum longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni, v16 at opinbera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um hann heidninganna millum, tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við hold og blóð, v17 og fór heldur ikki niðan til Jerúsalem, til teirra, sum vóru ápostlar undan mær; men eg fór avstað til Árábiu og vendi síðan aftur til Damaskus. v18 Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar. v19 Men nakran annan av ápostlunum sá eg ikki, men eina Jákup, bróður Harrans. v20 Tað sum eg skrivi til tykkara, sí, Guð veit, at eg ljúgvi tað ikki. v21 Síðan kom eg til bygdarløgini í Sýriulandi og Kilikíu. v22 Men persónliga var eg tá ókunnigur hjá hinum kristnu kirkjuliðunum í Júdeu. v23 Tey høvdu bert frætt sum tíðindi: «Hann, sum áður søkti at okkum, boðar nú gleðiboðskapin um ta trúgv, sum hann áður vildi oyða út.» v24 Og tey lovaðu Guði fyri meg.