Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna, kapittul 5
Annaðhvørt Kristusfrælsi ella lógartrældóm
v1 Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok! v2 Sí eg, Paulus, sigi tykkum, at um tit lata tykkum umskera, tá gagnar Kristus tykkum einki. v3 Og eg vitni uppaftur fyri hvørjum manni, sum letur seg umskera, at hann er skyldigur til at halda alla lógina. v4 Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini. v5 Tí at av trúgv vænta vit í andanum rættferðar vón. v6 Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika.
Paulus hóttir falslærararnar
v7 Tit runnu væl; hvør hevur forðað tykkum í at vera sannleikanum lýdnir? v8 Henda yvirtalan er ikki frá honum, sum kallaði tykkum. v9 Lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið. v10 Eg havi tað treystið til tykkara í Harranum, at nakað annað ikki verður tykkum í huga. Men tann, sum villir tykkum, skal fáa dóm sín at bera, hvør hann so er. v11 Men eg, brøður, um eg enn prædiki umskering, hví verði eg tá enn forfylgdur? Tá er jú meinbogi krossins tikin burtur. v12 Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar!
Kristusfrælsi gevur ikki loyvi at synda; minnist kærleikan
v13 Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika. v14 Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» v15 Men um tit bítast og eta hvør annan, tá varið tykkum, at tit ikki týnast hvør av øðrum!
Andin móti holdinum. Holdsins ávøkstur og andans
v16 Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins. v17 Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja. v18 Men um tit verða leiddir av andanum, tá eru tit ikki undir lógini. v19 Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur, v20 skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja, v21 øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki. v22 Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. v23 Móti slíkum er lógin ikki. v24 Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. v25 Um vit liva í andanum, tá latum okkum eisini ganga fram í andanum! v26 Latum okkum ikki tráa eftir fáfongdari æru, so at vit erta hvør annan og øvunda hvør annan.