Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna, kapittul 6
Berið byrðar hvør hjá øðrum
v1 Brøður! Um ein maður skuldi komið fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at ikki tú eisini skalt verða freistaður! v2 Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. v3 Tí at um einhvør tykist at vera nakað, tó at hann einki er, tá svíkur hann seg sjálvan. v4 Men ein og hvør skal rannsaka sítt egna verk, og tá skal hann hava rós eina eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er. v5 Tí at ein og hvør skal bera sína egnu byrði.
Góðvild móti orðsins lærarum og móti øllum
v6 Men tann, sum verður upplærdur í orðinum, skal geva tí, sum upplærir hann, lut við sær í øllum góðum. v7 Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. v8 Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. v9 Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast. v10 Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara!
Síðsta ávaring móti falslærarum
v11 Hyggið, við hvussu stórum bókstøvum eg skrivi til tykkara við míni egnu hond! v12 Allir teir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir noyða tykkum til at lata tykkum umskera, bert fyri at teir ikki skulu verða forfylgdir fyri Krists kross skuld; v13 tí at tað er minni enn so, at teir sum umskornir eru, sjálvir halda lógina; men teir vilja, at tit skulu verða umskornir, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara. v14 Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum. v15 Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur. v16 Og yvir øllum teimum, sum ganga eftir hesi reglu, veri friður og miskunn, og yvir Guðs Ísrael!
Orð til endans
v17 Hereftir geri eingin mær ónáðir! tí at eg beri merki Jesu á likami mínum. v18 Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður! Amen.