Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, til teirra heilagu, sum eru í Efesus, og sum eru trúgvandi í Kristi Jesusi. v2 Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Paulus prísar Guði fyri frelsuna við Kristi til Jødar og heidningar
v3 Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum í Kristi, v4 líkasum hann útvaldi okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, at vit skuldu vera heilagir og lýtaleysir fyri ásjón hansara, v5 við tað at hann frammanundan í kærleika ætlaði okkum til at hava barnakor hjá sær sjálvum fyri Jesu Krists skuld, samsvarandi góðtokka vilja síns, v6 til prís fyri dýrdar náði sína, sum hann náðaði okkum við í hinum elskaða, v7 sum vit hava endurloysingina í við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara, v8 sum hann veitti okkum ríkliga í øllum vísdómi og viti, v9 tá ið hann kunngjørdi okkum loyndardóm vilja síns, samsvarandi góðtokka sínum, sum hann frammanundan hevði sett sær fyri hjá sær sjálvum, v10 um eitt húshald, sum hann vildi skipa, tá ið fylling tíðanna var komin, fyri aftur at sameina alt til eitt í Kristi, bæði tað, sum er í himlunum, og tað, sum er á jørðini, í honum, v11 sum vit eisini hava fingið arvalut í eins og vit vóru ætlaðir til frammanundan, samsvarandi fyriskipan hansara, sum virkar alt eftir ráðagerð vilja síns, v12 fyri at vit skuldu vera dýrd hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Krists, v13 sum eisini tit, tá ið tit hoyrdu sannleiksorðið, gleðiboðskapin um frelsu tykkara, sum eisini tit, tá ið tit tóku við trúgv, vórðu innsiglaðir í við heilagum anda, sum okkum var lovaður, v14 hann sum er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini, dýrd hansara til prís.
Paulus takkar fyri trúgv Efesusmanna og biður Guð um, at teir mega vaksa í trúnni
v15 Tess vegna havi eg eisini, síðan eg hoyrdi um trúgv tykkara á Harran Jesus og um kærleika tykkara til øll hini heilagu, v16 ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, tá ið eg minnist til tykkara í bønum mínum um, v17 at Guð várs harra Jesu Krists, faðir dýrdarinnar, má geva tykkum vísdóms og opinberingar anda, so at tit fáa kunnugleika um hann, v18 og upplýsa hjartans eygu tykkara, so at tit mega skilja, hvør tann vón er, sum hann hevur kallað tykkum til, hvør tann dýrdar ríkdómur er, sum hann ætlar okkum at arva millum teirra heilagu, v19 og hvør hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara, v20 sum hann sýndi í Kristi, tá ið hann vakti hann upp frá deyðum og setti hann við høgru hond sína á himnagrundum, v21 høgt oman fyri eitt og hvørt magn og ráð og vald og harradømi og eitt og hvørt navn, sum nevnt verður, ikki eina í hesum heimi, men eisini í hinum komandi, v22 og legði alt undir føtur hansara og gav kirkjuliðinum hann sum høvdið yvir øllum; v23 og kirkjuliðið er likam hansara og fyllist av honum, sum sjálvur fyllir alt í øllum.