Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 2
Áður deyðir í syndini, nú gjørdir livandi í Kristi
v1 Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara, v2 ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins, v3 sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; – v4 men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, v5 eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – v6 og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi, v7 fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi. v8 Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; v9 ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. v10 Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.
Áður fremmandir fyri Guði, nú atgongd til faðirin
v11 Tess vegna skulu tit minnast til, at tit, sum áður vóru heidningar í holdi og vóru kallaðir óumskornir av hini sonevndu umskeringini í holdi, sum er gjørd við hond, v12 at tit í teirri tíðini vóru uttan fyri Krist, útistongdir frá borgaraskapi Ísraels og fremmandir fyri sáttmálunum við fyrijáttan teirra, uttan vón og uttan Guð í heiminum. v13 Men nú, í Kristi Jesusi eru tit, sum áður vóru langt burtur, komnir nær til við blóði Krists. v14 Tí at hann er friður okkara, hann sum sameindi báðar partar til eitt og breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað, v15 fíggindskapin, tá ið hann í holdi sínum tók av lógina við boðorðum og skipanum, til tess at hann í sær kundi skapa teir báðar til eina nýggja menniskju, við tað at hann íbirti frið, v16 og at gera teir báðar sáttar í einum likami við Guð við krossinum, við tað at hann á honum sló fíggindskapin í hel. v17 Og hann kom og boðaði frið fyri tykkum, sum langt burtur vóru, og frið fyri teimum, sum nær vóru. v18 Tí at við honum hava vit báðir partar í einum anda atgongd til faðirin. v19 So eru tit tá ikki longur fremmandir og útlendingar, men tit eru samborgarar við hinum heilagu og Guðs húsfólk, v20 uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin, v21 sum hvør bygningur verður samanbundin við og veksur upp til eitt heilagt tempul í Harranum, v22 sum eisini tit verða samanbygdir í til ein Guðs bústað í andanum.