Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 4
Paulus áminnir at varðveita einleika andans
v1 Eg áminni tykkum tí, eg hin bundni í Harranum, til at liva soleiðis, sum hóskandi er fyri ta kallan, sum tit vórðu kallaðir við, v2 við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika, v3 og leggja tykkum eina við at varðveita einleika andans í bandi friðarins. v4 Eitt likam og ein andi, eins og tit eisini vórðu kallaðir til eina vón í kallan tykkara, v5 ein harri, ein trúgv, ein skírn; v6 ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum.
Náðigávurnar eru givnar til uppbyggingar av likami Krists
v7 Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við. v8 Tí verður tað sagt: «Hann fór upp til hæddar og førdi burtur fangar og gav monnunum gávur.» v9 Men hetta «hann fór upp», hvat er tað annað enn tað, at hann eisini fór niður til hinar lægru partarnar á jørðini? v10 Tann, sum fór niður, er eisini hin sami, sum fór upp, høgt upp um allar himnar, til tess at hann skuldi fylla alt. v11 Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar, v12 fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists, v13 inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guðs, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists, v14 fyri at vit ikki longur skulu vera ómyndingar, sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu; v15 men at vit, sannførir í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus, v16 so at alt likamið, samanfest og samanbundið við einum og hvørjum liði, sum ger sítt gagn samsvarandi teirri kraft, sum hvørjum einstøkum luti er tilmáld, veksur likamsins vøkstur til uppbygging sína í kærleika.
Ávaring móti heiðinskapi
v17 Tí sigi eg hetta og vitni í Harranum, at tit ikki longur mega liva, eins og heidningarnir liva í fáfongd huga síns, v18 myrktir sum teir eru í hugsunarhátti sínum, ókunnigir við lív Guðs vegna ta fákunnu, sum er í teimum og sum kemur av herðingini í hjarta teirra, v19 við tað at teir dulir eru farnir út í ólevnað, til alskyns óreinskugerð í ágirnd. v20 Men tit hava ikki á tílíkan hátt lært um Krist, v21 um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi: v22 at tit, hvat ið hini fyrru atferð tykkara viðvíkur, skulu leggja av hina gomlu menniskju, sum verður spilt av hinum tølandi girndunum, v23 men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara, v24 og íklæðast hina nýggju menniskju, sum er skapað eftir Guði í rættlæti og heilagleika sannleikans.
Ávaring móti heidnum syndum, sum nevndar eru
v25 Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru limir hvør hjá øðrum. v26 Um tit verða illir, tá syndið ikki! Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara! v27 Og gevið ikki djevlinum nakað føri! v28 Tann, sum stjelur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri tað, sum gott er, við hondum sínum, so at hann kann hava nakað at geva tí, sum líður neyð! v29 Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra. v30 Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin! v31 Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi! v32 Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.