Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 5
Verðið eftirfylgjarar Guðs í kærleika
v1 Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn, v2 og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.
Havið ongan lut í gerningum myrkursins
v3 Men ólevnað og alskyns óreinska ella ágirnd eiga ikki so mikið sum at verða nevnd tykkara millum, soleiðis sum tað sømir heilagum; v4 og ikki heldur ófólkaligur atburður ella illavorðið tos ella leyslátað teiti, sum alt er ósømiligt, men heldur takkargerð! v5 Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs. v6 Eingin villi tykkum við tómum orðum, tí at fyri slíkt kemur vreiði Guðs yvir børn ólýdnisins! v7 Verðið tí ikki lagsmenn teirra! v8 Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins – v9 tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika – v10 so at tit royna, hvat ið Harrin hevur tokka í. v11 Og havið ongan lut í gerningum myrkursins, sum einki gott stendst av, men revsið teir heldur! v12 Tí at tað, sum í loyndum verður gjørt av teimum, er tað ein skomm bert at tala um. v13 Men alt tað, sum revsað verður, verður opinberað av ljósinum; tí at alt, sum opinberað verður, er ljós. v14 Tí verður tað sagt: «Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!»
Skiljið Harrans vilja
v15 Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, v16 so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. v17 Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er! v18 Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum, v19 so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum, v20 og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists, v21 og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists!
Um konurnar og um menninar í hjúnalaginum
v22 Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar eins og Harranum. v23 Tí at maðurin er høvur konunnar, líkasum Kristus er høvur kirkjuliðsins, hann sum er frelsari likamsins. v24 Men eins og kirkjuliðið er Kristi undirgivið, soleiðis skulu eisini konurnar vera monnum sínum undirgivnar í øllum lutum. v25 Tit menn, elskið konur tykkara, líkasum eisini Kristus elskaði kirkjuliðið og gav seg sjálvan fyri tað, v26 so at hann kundi halga tað við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum, v27 til tess at hann sjálvur kundi leiða kirkjuliðið fram fyri seg í dýrd, uttan blett ella rukku ella nakað av tílíkum, men so at tað kundi vera heilagt og lýtaleyst. v28 Soleiðis eiga menninir at elska konur sínar eins og síni egnu likam. Tann, sum elskar konu sína, elskar seg sjálvan. v29 Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið; v30 tí at vit eru limir á likami hansara. v31 Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold. v32 Hetta loyndarmálið er stórt; men eg meini við Krist og kirkjuliðið. v33 Men ið hvussu er, skulu eisini tit, og hvør fyri seg, elska sína egnu konu eins og seg sjálvan, og konan skal óttast mann sín.