Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 13
Hjágudadýrkan skal verða revsað við deyða
v1 Um profetur ella dreymamaður rísur upp tykkara millum og boðar tekin og undur, v2 og tekinið og undurið, sum hann talaði um fyri tær, ganga út, og hann samstundis elvir tær at fylgja øðrum gudum, sum tit hava ikki kent, og dýrka teir, v3 tá mást tú ikki lurta eftir, hvat tílíkur profetur ella dreymamaður sigur, tí at tað er Harrin, Guð tykkara, sum roynir tykkum til tess at vita, um tit trúliga elska Harran, Guð tykkara, av heilum huga og av allari sál tykkara. v4 Harranum, Guði tykkara, skulu tit fylgja; hann skulu tit óttast, og boðorð hansara skulu tit varðveita og lýða rødd hansara; honum skulu tit tæna og halda fast við hann. v5 Men hin profeturin ella dreymamaðurin skal týna lívið, fyri tað at hann hevur mælt til uppreist móti Harranum, Guði tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi og loysti teg út úr trælahúsinum, og fyri tað at hann vildi tøla teg burtur av teirri leið, sum Harrin, Guð tín, beyð tær at ganga; soleiðis skalt tú beina fyri øllum, ið finst hjá tykkum. v6 Um bróðir tín, hálvbróðir tín, ella sonur tín ella dóttir ella konan, sum tú fevnir, ella vinur tín, sum tú elskar eins og sjálvan teg, loyniliga vilja tøla teg til at dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, v7 – onkun av gudum teirra tjóða, sum búgva kring um tykkum í námundum tykkara ella langt av leið, úr einum enda landsins í annan – v8 tá mást tú ikki gera honum eftir vild og ikki lýða á hann; tær skal ikki tykja synd í honum, tú skalt ikki eira honum ella bera í bøtuflaka fyri hann, v9 men tú skalt drepa hann eirindaleyst; tín hond skal vera hin fyrsta til at taka hann av lívi og síðan hond fólksins. v10 Tú skalt grýta hann til bana, fyri tað at hann royndi at tøla teg burtur frá Harranum, Guði tínum, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum. v11 Og tað skal spyrjast um allan Ísrael, so at teir óttast og ikki aftur fremja tílíka illgerð tykkara millum. v12 Um tú frættir úr einihvørji av borgum tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til bústaðar, v13 at nøkur bølmenni eru komin upp tykkara millum og hava tølt samborgarar sínar til at fara at dýrka aðrar gudar, sum tit hava ikki kent áður, v14 tá skalt tú rannsaka og gjølla fregnast um tað og spyrja teg fyri; og roynist tað tá at vera satt, at tílík andstygd hevur verið framd tykkara millum, v15 tá skalt tú fella íbúgvar teirra borgar við svørði og bannføra hana og alt, sum í henni er; eisini fenaðin skalt tú fella við svørði. v16 Allan herfongin, sum har var tikin, skalt tú bera saman mitt á torginum og síðan brenna bæði borgina og herfongin í eldi sum heiloffur Harranum, Guði tínum, til handar, og hon skal vera toftir um ævir og ongantíð verða bygd upp aftur. v17 Men einki av tí bannførda má loða við hendur tínar, til tess at Harrin má lætta av brennandi bræði síni og sýna tær kærleika og miskunna tær og gera teg fjølmentan, eins og hann svór fedrum tínum, v18 so satt sum tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og varðveitir øll boðorð hans, sum eg nú leggi fyri teg, og ger tað, sum rætt er í eygum Harrans, Guðs tíns!