Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 18
Um prestar
v1 Ikki skulu Levitaprestarnir, øll Levi ætt, hava lut ella arvagrein saman við hinum Ísrael; men teir skulu liva av eldofrum Harrans og tí, sum teim lutast. v2 Teir skulu ikki hava nakra arvagrein millum brøður sínar; Harrin sjálvur skal vera arvagrein teirra, eins og hann hevur lovað teimum. v3 Og hesi eru tey rættindi, sum prestarnir skulu hava hjá fólkinum: Maður, ið ber fram sláturoffur, hvørt tað er neyt ella seyður, skal geva prestinum bógvin, báðar kjálkarnar og vinstrina; v4 frumgróðurin av korni tínum og aldinløgi tínum og olju tíni og fyrstu ullina, sum tú roytir av seyði tínum, skalt tú geva prestinum; v5 tí at hann hevur Harrin, Guð tín, útvalt av øllum ættum tínum, til tess at hann og synir hansara allar dagar skulu gera prestatænastu í navni Harrans. v6 Kemur einhvør Leviti úr onkrari av borgum tínum onkustaðni í Ísrael, har hann hevur verið útiseti, tá má hann eftir vild síni koma til tann staðin, sum Harrin velur, v7 og gera prestatænastu í navni Harrans, Guðs síns, eins og allir brøður hansara, hinir Levitarnir, ið standa har fyri ásjón Harrans. v8 Teir skulu allir fáa eins nógv burtur av offurgávunum, frároknað tað, sum hann hevur fingið fyri sína seldu einkarogn.
Um profetar
v9 Tá ið tú kemur inn í tað landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, tá mást tú ikki læra teg tær andstygdir, sum tjóðirnar havast at. v10 Eingin má finnast hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin, sum fæst við at spáa og gera eftir og mana; eingin gandakallur v11 ella rúnarmaður, eingin, sum leitar ráð við dreyg og spásagnaranda og víkur á teir deyðu. v12 Tí at hvør, ið fæst við tílíkt, er Harranum andstyggiligur, og aftur fyri tílíkar andstygdir er tað, at Harrin, Guð tín, rekur teir burtur undan tær. v13 Men tú skalt einans halda teg aftur at Harranum, Guði tínum. v14 Tí at hesar tjóðir, sum tú skalt reka burtur, lýða á spásagnarmenn og gandakallar; men tílíkt hevur Harrin, Guð tín, ikki loyvt tær. v15 Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á; v16 og hetta var tað, sum tú baðst Harran, Guð tín, um hin dagin við Hóreb, har tit vóru samankomin og søgdu, at tit ikki longur vildu lýða á rødd Harrans, Guðs tykkara, og ikki líta at tí øgiliga eldi til tess ikki at týna lívið; v17 tá segði Harrin við meg: «Rætt er tað, sum tey siga. v18 Eg skal vekja teimum profet upp av brøðrum teirra, tílíkan sum teg; orð míni skal eg leggja í munn hansara, og hann skal mæla til teirra øllum tí, sum eg bjóði honum. v19 Og hvør, ið ikki lýðir orðum mínum, sum hann talar í mínum navni, hann skal standa mær til svars. v20 Og tann profetur, ið hevur tað nasadirvi at tala í mínum navni nakað, sum eg havi ikki boðið honum at tala ella, sum talar í navni annara guda, tann profetur skal týna lívið.» v21 Og um tú sigur í hjarta tínum: «Hvussu skulu vit vita, um tað er nakað, sum Harrin hevur talað ella ikki?» v22 tá skalt tú vita, at um profetur talar í navni Harrans, og tað, sum hann sigur, ikki sannast og ikki gongur út, tá eru tað orð, sum Harrin ikki hevur talað; í ovdirvi sínum hevur profeturin talað tað, og tær nýtist ikki at óttast hann.