Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 19
Um griðstaðir
v1 Tá ið Harrin, Guð tín, hevur týnt tær tjóðir, hvørja land Harrin, Guð tín, gevur tær, og tú hevur lagt tær undir teg og tikið upp bústað í borgum og húsum teirra, v2 tá skalt tú skilja frá tríggjar borgir í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar. v3 At teimum skalt tú leggja veg og býta alt landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, í tríggjar lutir, til tess at hvør banamaður má flýggja hagar. v4 Men hesir eru kostirnir fyri banamenn, sum hagar flýggja fyri at bjarga lívi sínum: Um maður óvart verður næsta sínum at bana og hevur ikki borið meinhuga til hansara frammanundan, v5 sum tá ið maður fer við næsta sínum út í skógin at høgga við og reiggjar øksini til at høgga træið, og blaðið tá rýkur av skaftinum og rakar næsta hans, so at hann doyr, tá er honum loyvt at flýggja inn í eina av hesum borgum og bjarga so lívi sínum, v6 til tess at blóðhevnarin í móði sínum ikki skal elta banamannin og fáa hann aftur, av tí at vegurin er ov langur, og drepa hann, tó at hann ikki var deyðasekur; tí at hann hevði ikki borið meinhuga til hansara frammanundan. v7 Tessvegna gevi eg tær hetta boð: Tríggjar borgir skalt tú skilja frá. v8 Og um Harrin, Guð tín, víðkar um landamark tíni, eins og hann svór fedrum tínum, og gevur tær alt tað land, sum hann lovaði at geva fedrum tínum, v9 um tú trúliga heldur øll hesi boðorð, sum eg bjóði tær í dag, við tað at tú elskar Harran, Guð tín, og allar dagar gongur leiðir hansara, tá skalt tú enn leggja tríggjar borgir aftur at hinum trimum, v10 til tess at sakleyst blóð verður ikki úthelt í landi tínum, ið Harrin, Guð tín, letur tær lutast, so at blóðsøk kemur yvir teg. v11 Men um maður, sum ber meinhuga til næsta sín, liggur á loynum eftir honum og leggur á hann og slær hann til bana og flýggjar síðan inn í einahvørja av hesum borgum, v12 tá skulu hinir elstu í borg hansara senda menn til at taka hann haðani og geva hann upp í hendur blóðhevnarans til lívláts; v13 eir honum ikki, men reinsa Ísrael frá sakleysum blóði, til tess at tað skal vignast tær væl.
Um markaskil
v14 Tær er ikki loyvt at flyta markini hjá næsta tínum, tey, sum forfedrarnir hava sett við arvagrein tína, sum tær man lutast í tí landi, sum Harrin gevur tær til ognar.
Um lygivitni
v15 Maður skal ikki einsamallur bera vitni móti manni, tá ið um brotsgerðir og syndir er at røða, hvør synd tað nú er, sum hann hevur gjørt; men tvey ella trý skulu vitnini vera, tá ið tílík mál skulu verða avgjørd. v16 Tá ið maður av illum huga vitnar ímóti manni og leggur hann undir lógarbrot, v17 tá skulu báðir teir, ið kærumál eiga saman, koma fram fyri Harran, fyri prestarnar og dómararnar, ið tá eru; v18 og dómararnir skulu rannsaka málið gjølla; og roynist hann tá at vera falsvitni, sum hevur borið rangan vitnisburð móti bróður sínum, v19 tá skalt tú gera so við hann, sum hann hevði ætlað at gera við bróður sín; tú skalt oyða tað illa burtur frá tær. v20 Og hinir, sum hoyra um hetta, munnu fara at óttast, so at tílík ógerð ikki verður framd aftur tykkara millum. v21 Tú skalt ongum eira, lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond og fót fyri fót!