Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 20
Hernaðarreglur
v1 Tá ið tú fert í hernað móti fígginda tínum, og tú sært ross og vagnar og herlið, sum eru fjølmentari enn tú, tá skalt tú ikki óttast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hann, sum leiddi teg út úr Egyptalandi. v2 Og tá ið tit leggja til orrustu, tá skal presturin ganga fram og tala til fólkið, v3 og hann skal siga við teir: «Hoyr Ísrael! Tit leggja í dag til orrustu við fíggindar tykkara; latið nú ikki hug og hjarta bila tykkum, óttist ikki og skelvið ikki og verið ikki ræddir fyri teimum; v4 tí at Harrin, Guð tykkara, man sjálvur vera í ferðini við tykkum og berjast fyri tykkum móti fíggindum tykkara og geva tykkum sigur á teimum.» v5 Síðan skulu umsjónarmenninir siga við fólkið: «Hvør maður, ið hevur bygt sær nýtt hús og enn ikki vígt tað, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður víga hús hans. v6 Og hvør maður, ið hevur fingið sær víngarð, men enn ikki notið nakað av honum, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður føra sær víngarð hans í nýtslu. v7 Og hvør maður, ið hevur fingið sær festarmoyggj, men enn ikki tikið hana til konu, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, til tess at hann skal ikki falla í orrustuni og annar maður taka hana til konu.» v8 Framvegis skulu umsjónarmenninir tala til fólkið og siga: «Hvør maður, sum er ræddur og huglítil, honum er loyvt at fara heim aftur til húsa, so at hann loypir ikki ræðslu á brøður sínar.» v9 Og tá ið umsjónarmenninir hava lokið talu sína til fólkið, tá skulu høvdingar verða skipaðir á odda fyri fólkinum. v10 Tá ið tú býðst til orrustu við borg, skalt tú fyrst bjóða henni grið; v11 og um hon tá tekur við grið av tær og letur upp borgarliðini, tá skal alt fólkið, sum har finst, verða vinnuskyldugt og træla hjá tær. v12 Vil hon ikki binda frið við teg, men heldur leggja til orrustu við teg, tá skalt tú kringseta hana; v13 og tá ið Harrin, Guð tín, hevur givið hana upp í hendur tínar, skalt tú fella alt kallkyn í henni við svørði. v14 Men konur og børn og fenað og alt, sum í borgini er, alt, sum í henni verður rænt, er tær loyvt at taka sum herfong, og njóta tað, sum rænt verður frá fíggindum tínum, alt tað, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. v15 Soleiðis skalt tú gera við allar borgir, ið liggja langt frá tær, sum ikki eru av borgum hesa tjóða. v16 Men í borgum hesa tjóða, sum Harrin, Guð tín, letur lutast tær, skalt tú ikki lata nakað livandi kykt verða eftir; v17 nei, tær skalt tú fullkomiliga bannføra, bæði Hetitar og Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, eins og Harrin, Guð tín, hevur boðið tær, v18 til tess at teir skulu ikki læra tykkum at taka eftir øllum teim andstygdum, sum teir hava framt gudum sínum til heiðurs, so at tit synda móti Harranum, Guði tykkara. v19 Tá ið tú herjar á borg og verður at kringseta hana mangar dagar til tess at taka hana, tá skalt tú ikki beina fyri trøum hennara við at reiggja øksini eftir teimum; tí at av teimum skalt tú liva; tú skalt ikki høgga tey, tí munnu trø markarinnar vera menn, at tey skulu svíða fyri kringseting tína? v20 Eina tey trø, sum tú veitst ikki bera etandi aldin, er tær loyvt at beina fyri og høgga til tess at reisa úr teimum hervirki móti teirri borg, sum tú herjar á, til tú fært bilbugt við henni.