Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 21
Um loynidráp
v1 Um maður verður funnin liggjandi vigin úti á víðavangi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, og eingin veit, hvør ið dripið hann hevur, v2 tá skulu tínir elstu og dómarar tínir fara út og meta veglongdina til borgirnar, sum liggja kring um hin vigna. v3 Síðan skulu hinir elstu í teirri borg, ið liggur næst hinum vigna, taka kvígu, sum ikki hevur verið havd til vinnu og ikki gingið undir oki; v4 og hinir elstu borgarinnar skulu leiða kvíguna oman at á við rennandi vatni í dali, sum hvørki verður veltur ella sáddur; og har í dalinum skulu teir hálsbróta kvíguna. v5 Síðan skulu prestarnir, Levi synir, ganga fram; tí at teir hevur Harrin, Guð tín, útvalt til at gera tænastu og signa í navni Harrans, og teir skulu gera av hvørja trætu og hvørt kærumál um likamlig meiðsl – v6 og allir hinir elstu í teirri borg, ið liggur næst hinum vigna, skulu tváa hendur sínar yvir kvíguni, sum liggur hálsbrotin í dalinum; v7 og teir skulu taka til orða og siga: «Várar hendur hava ikki úthelt hetta blóð, og eygu vár hava ikki sæð tað. v8 Fyrigev fólki tínum Ísrael, sum tú, Harri, hevur loyst út, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir fólk títt Ísrael.» Soleiðis skal verða veitt teimum sáttargerð fyri blóðsekt. v9 Soleiðis skalt tú beina frá tær sakleyst blóð, so at tær má vignast væl, tá ið tú gert tað, sum rætt er í eygum Harrans.
Um hertiknar konur
v10 Tá ið tú fert í hernað móti fíggindum tínum, og Harrin, Guð tín, gevur teir upp í hendur tínar, og tú hertekur fólk millum teirra, v11 og tú tá millum hinna hertiknu bert eyga við gentu, sum er fríð á at líta, so at tú fært hug á henni og vilt taka hana til konu, v12 tá skalt tú leiða hana inn í hús títt; og hon skal raka høvur sítt og skera neglir sínar v13 og fara úr fangabúna sínum; síðan skal hon dvølja í húsi tínum og syrgja faðir sín og móður sína heilan mánað. Eftir tað er tær loyvt at fara innar til hennara og vera saman við henni; og tá skal hon vera kona tín. v14 Men verður tær ikki at dáma hana longur, tá skalt tú geva henni fult frælsi; tú mást als ikki selja hana fyri silvur og ikki fara illa við henni, við tað at tú hevur spilt hana.
Arvarættur frumborna
v15 Um maður hevur tvær konur, og hann er góður við aðra, men fjónar hina, og bæði hon, sum hann er góður við, og hon, sum hann fjónar, føða honum synir, men frumgitni sonur hans er sonur hennara, sum hann fjónar, v16 tá er honum ikki heimilt, tá ið hann skiftir ogn sína sundur millum sona sína, at geva syni hennara, sum hann er góður við, frumburðarrættin við órætti móti syni hennara, sum hann fjónar, hinum frumgitna. v17 Men son hennara, ið hann fjónar, skal hann viðurkenna sum hin frumgitna og geva honum tvífaldan lut av øllum ognum sínum; tí at hann er frumgróður styrkleika hans; honum hoyrir frumburðarrætturin til.
Foreldravald
v18 Eigur maður treiskan og ódællan son, sum hvørki lýðir faðir ella móður, og sum vil heldur ikki taka við aga, tá ið tey harta hann, v19 tá skulu faðir hans og móðir taka hann hondum og leiða hann út fyri hinar elstu í borg hans, í borgarliðið har, v20 og siga við hinar elstu har í borgini: «Hesin sonur okkara er bæði treiskur og ódællur og vil ikki lýða okkum; eisini er hann amari og drykkjumaður.» v21 Tá skulu allir borgarmenn hansara grýta hann til bana. Soleiðis skalt tú beina frá tær alt tað illa, so at tað spyrst í øllum Ísrael og loypir ekka á menn.
Um hongdar menn
v22 Tá ið maður ger seg sekan í deyðasynd, og hann hevur latið lív, og tú heingir hann upp í træ, v23 tá skalt tú ikki lata likam hans hanga alla náttina uppi í trænum; men tú skalt jarða hann sama dagin; tí at hvør tann, ið hongdur er, er bannaður av Guði; tað land, sum Harrin, Guð tín, letur lutast tær, skalt tú ikki gera óreint.