Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fimta Mósebók, kapittul 24
Um hjúnaskilnað
v1 Tá ið maður tekur sær konu og legst við henni, men hon ikki finnur náði í eygum hans, av tí at hann verður varur við eitthvørt ótokkaligt hjá henni, og hann tá skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, v2 tá er henni heimilt, eftir at hon er farin av húsi hans, at giftast øðrum manni; v3 men um nú seinni maður hennara fjónar hana og skrivar henni skilnaðarbræv, sum hann flýggjar henni, og letur hana síðan fara av húsi sínum, ella at seinni maðurin, ið tók hana til konu, doyr, v4 tá má fyrri maður hennara, sum sendi hana burtur, ikki taka hana aftur til konu, eftir at hon er vorðin órein, tí at tað er Harrranum andstygd, og tú skalt ikki føra synd yvir tað land, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar.
Um nýgiftar menn
v5 Tá ið maður nýliga hevur tikið sær konu, skal hann ikki fara í hernað og eingin skylda verða løgd á hann; hann skal hava loyvi at vera heima eitt ár og gleða seg saman við konu síni, sum hann hevur fingið sær.
Um veð
v6 Tú mást ikki veðtaka kvørn ella ovara kvarnarstein, tí at tað er at veðtaka lív mansins.
Revsing fyri mansstuldur
v7 Verður komið fram á mann, ið stjelur einhvønn av brøðrum sínum, einhvønn av Ísraelsmonnum, pínir hann og selur hann sum træl, tá skal tílíkur tjóvur týna lívið. Soleiðis skalt tú beina tað illa burtur frá tær.
Líktrá
v8 Vara teg fyri líktrá, so at tú vandaliga heldur tað, sum Levitaprestarnir siga tykkum; eftir tí, sum eg havi boðið teimum, skulu tit vandaliga fara at. v9 Minst til, hvat Harrin, Guð tín, gjørdi við Mirjam á ferð tykkara úr Egyptalandi!
Um lán
v10 Tá ið tú lænir næsta tínum eitthvørt, tá mást tú ikki fara inn í hús hansara og veðtaka nakað hjá honum. v11 Tú skalt verða standandi fyri uttan, og maðurin, sum tú lænir, skal koma út til tín við veðnum. v12 Men er hann fátækur, mást tú ikki fara til hvíldar í tí, sum tú hevur veðtikið av honum. v13 Men tú skalt fáa honum veðið aftur um sólsetur, so at hann kann leggja seg í skikkju síni og biðja alt gott yvir teg og tú standa rættvísur fyri ásjón Harrans, Guðs tíns.
Bønarmenn
v14 Tú mást ikki níva hin neyðstadda, fátæka bønarmannin, hvørt hann er ein av brøðrum tínum ella útiseti, sum býr í landi tínum innan borgarliða tína. v15 Tú skalt greiða honum løn hansara sama dagin, áður enn sól fer til viða; tí at hann er fátækur og bíðar eftir henni við langtan; annars rópar hann til Harrans yvir teg; og tað verður tær synd.
Forboð móti at revsa ættarfólk brotsmansins
v16 Fedrarnir skulu ikki lata lív fyri tað, sum børnini hava brotið, og børnini ikki lata lív fyri tað, sum fedrarnir hava brotið; hvør skal lata lív fyri sína egnu synd.
Skyldur móti neyðstøddum
v17 Tú mást ikki reingja rætt útisetans ella faðirloysingans og ikki veðtaka klæði einkjunnar. v18 Minst til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at Harrin, Guð tín, loysti teg út haðan; tessvegna bjóði eg tær at gera hetta. v19 Tá ið tú bert inn kornið av akri tínum og gloymir bundi eftir úti í elmuni, tá skalt tú ikki fara út aftur eftir tí; útisetin, faðirloysingin og einkjan skulu hava tað, til tess at Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í øllum, sum tú tekur tær fyri. v20 Tá ið tú hevur sligið ávøkstin niður úr oljutrøum tínum, tá skalt tú ikki fara aftur í greinarnar at leita; tað, sum tá er eftir, skulu útisetin og faðirloysingin og einkjan hava. v21 Tá ið tú tínir víngarð tín, tá skalt tú ikki henta aftur umaftur; tað, sum eftir er, skulu útisetin, faðirloysingin og einkjan hava. v22 Tú skalt minnast til, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi; tessvegna bjóði eg tær at gera hetta.