Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 25
Um húðfleingju
v1 Tá ið deila rísur millum manna, og teir koma fyri rættin, og dómur verður feldur, og hin sakleysi fær rætt, meðan hin seki verður dømdur sekur, v2 og hin seki verður dømdur til at verða húðflongdur, tá skal dómarin lata leggja hann niður og veita honum í hjástøðu síni so nógv høgg, sum misgerð hans er stór til; v3 fjøruti høgg má hann geva honum, men ikki fleiri, til tess at bróðir tín ikki verður vanvirdur í eygum tínum, um hann fær enn fleiri høgg.
Boð um at fara væl við vinnudýrunum
v4 Tú mást ikki múlbinda oksan, meðan hann treskir.
Um mágskyldu
v5 Tá ið brøður búgva saman, og ein teirra doyr sonarleysur, tá má kona hins deyða ikki giftast fremmandum manni av øðrum kyntátti; men mágur hennara skal ganga innar til hennara og taka hana til konu og gera mágskyldu sína móti henni; v6 og fyrsti sonur, sum hon føðir, skal verða taldur sonur hins deyða bróður hans, so at ikki navn hansara verður strikað út úr Ísrael. v7 Men um maðurin ongan hug hevur at taka bróðurkonu sína til konu, tá skal hon ganga niðan í borgarliðið til hinar elstu og siga við teir: «Mágur mín ber seg undan at reisa bróður sínum navn í Ísrael; hann vil ikki ganga í mághjúnalag við meg!» v8 Tá skulu borgarinnar elstu stevna honum fyri seg og tala við hann; og um hann tá stendur við sítt og sigur: «Meg fýsir ikki at hava hana,» v9 tá skal bróðurkona hansara ganga at honum, meðan hinir elstu líta at og taka skógvin av fóti hans, spýta upp í andlitið á honum og mæla hesum orðum: «Svá skal verða gjørt við tann mann, sum ikki vil byggja upp hús bróður síns!» v10 Síðan skal ætt hans í Ísrael bera navnið «berbeinsættin».
Revsing av blygdarleysari konu
v11 Tá ið tveir menn rúka saman, og konan hjá øðrum loypur fram til at hjálpa manni sínum úr hondum hansara, ið slær hann, og hon rættir út hond sína til tess at tríva í blygd hansara, v12 tá skalt tú høgga hond hennara av og tað ikki við eirindum.
Rættur vágsteinur og rætt efa
v13 Tú skalt ikki hava tvinnanda vágsteinar í davasekki tínum, nakrar størri og aðrar minni. v14 Í húsi tínum mega ikki vera tvær efur, onnur størri og onnur minni. v15 Tú skalt hava rættan vágstein og rættu efu, sum standa fult mát, til tess at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. v16 Tí at hvør tann, ið ger tílíkt, hvør tann, ið fer við svikum, er Harranum, Guði tínum, andstyggiligur.
Boð um at avoyða Ámalekitar
v17 Hav í huga, hvussu Ámalekitar fóru við tær á ferð tíni úr Egyptalandi, v18 hvussu teir uttan at óttast Guð, ráddust á teg á leiðini og vógu teir aftastu, teir, sum útmøddir dragnaðu afturúr frá tær, tá ið tú vart móður og útlúgvaður. v19 Tí skalt tú, tá ið Harrin, Guð tín, gevur tær frið fyri øllum fíggindum tínum kring um í landi tí, sum Harrin, Guð tín, letur teg fáa at eiga, oyða oman av jørðini hvørt minni um Ámalekitar. Gloym ikki tað!