Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 26
Um frumgróðraroffur
v1 Tá ið tú ert komin inn í landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar, og tú hevur lagt tað undir teg og tikið upp bústað í tí, v2 tá skalt tú taka eitt sindur av øllum tí fyrsta jarðarávøksti, sum tú fært av landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær, og leggja tað upp í tægu og koma við tí á tann stað, sum Harrin, Guð tín, velur navni sínum til bústaðar. v3 Og tú skalt ganga fyri prestin, sum tá er, og siga við hann: «Eg vátti við hesum í dag fyri Harranum, Guði tínum, at eg eri komin í tað land, sum Harrin svór fedrum várum at geva okkum!» v4 Og presturin skal taka tæguna úr hond tíni og seta hana niður fyri framman altar Harrans, Guðs tíns. v5 Tá skalt tú taka til máls og siga fyri ásjón Harrans, Guðs tíns: «Ættarfaðir mín var umreikandi Áramiti; hann fór niður til Egyptalands og dvaldi har í útisetri við fáum monnum; men gjørdist hann har mikil, sterk og fjølment tjóð. v6 Men Egyptar fóru illa við okkum, nívdu okkum og løgdu harða trælavinnu á okkum. v7 Tá rópaðu vit til Harrans, Guðs fedra vára, og Harrin hoyrdi rødd vára og leit at eymd vári, treytum og trongdum várum. v8 Og Harrin leiddi okkum út úr Egyptalandi við sterkari hond og útrættum armi, við øgiligum stórverkum, teknum og undrum. v9 Hann leiddi okkum á henda stað og gav okkum hetta land, sum flýtur í mjólk og hunangi. v10 Og nú framberi eg frumgróðurin av ávøkstinum í tí landi, sum tú, Harri, hevur givið mær!» Síðan skalt tú seta tæguna frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, og tilbiðja fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, v11 og vera glaður um alt tað góða, sum Harrin, Guð tín, hevur givið tær, bæði tú og húski títt, Levitin og útisetin, sum hjá tær búgva.
Um tíggjund
v12 Tá ið tú triðja árið, tíggjundárið, hevur greitt úr hondum alla tíggjundina av úrtøku tíni og latið Levitan, útisetan, faðirloysingan og einkjuna fáa hana, so at tey mega eta seg mett innan borgarliða tína, v13 tá skalt tú siga frammi fyri Harranum, Guði tínum: «Eg havi nú latið hitt heilaga av húsi mínum og latið Levitan, útisetan, faðirloysingan og einkjuna fáa tað og havi farið vandaliga eftir øllum tí, sum tú hevur boðið mær; einki av boðorðum tínum havi eg brotið ella gloymt. v14 Eg havi einki etið av tí í sorg míni og einki latið frá mær av tí, meðan eg var óreinur, og einki havi eg givið burtur av tí deyðum til handa; eg havi lýtt rødd Harrans, Guðs míns, og farið at í øllum lutum, eins og tú hevur boðið mær. v15 Lít tí niður frá heilaga bústaði tínum, frá himni, og vælsigna fólk títt, Ísrael, og landið, sum tú hevur givið okkum, eins og tú svórt fedrum várum, land, sum flýtur í mjólk og hunangi!»
Sáttmálin millum Harrans og Ísraels
v16 Í dag býður Harrin, Guð tín, tær at halda hesar skipanir og lógir; tí skalt tú vandaliga varðveita tær og halda tær av heilum huga og av allari sál tíni. v17 Tú hevur í dag latið Harran játta tær, at hann skal vera Guð tín, og at tit skulu ganga leiðir hans og varðveita skipanir, boðorð og lógir hans og lýða reyst hans; v18 og Harrin hevur í dag latið teg játta, at tú skalt vera ognarfólk hans, eins og hann hevur sagt tær, og varðveita øll boðorð hans; v19 so at hann má hevja teg yvir allar tjóðir, sum hann hevur skapað til lovs, heiðurs og prýðis, og at tú skalt vera Harranum, Guði tínum, heilag tjóð, eins og hann hevur sagt.