Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fimta Mósebók, kapittul 28
Signing
v1 Um tú nú ert Harranum, Guði tínum, lýðin, so at tú vandaliga heldur øll boðorð hans, sum eg í dag leggi fyri teg, tá man Harrin, Guð tín, hevja teg yvir allar tjóðir á jørð; v2 og tá munnu allar hesar signingar verða tær fyri og sannast á tær, um tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns: v3 Signaður skalt tú vera í borg, og signaður skalt tú vera á bø. v4 Signaður ávøkstur kviðar tíns, signaður ávøkstur lands tíns og signaður ávøkstur fenaðar tíns, tað, sum við verður sett undan neytum tínum og burðir smala tína. v5 Signað tæga tín og deigtrog títt. v6 Signaður skalt tú vera, tá ið tú gongur inn; og signaður skalt tú vera, tá ið tú gongur út. v7 Tá ið fíggindar tínir rísa upp ímóti tær, skal Harrin, Guð tín, lata teir lúta fyri tær. Ein veg skulu teir koma ímóti tær; men sjey vegir skulu teir flýggja undan tær. v8 Harrin skal bjóða signing síni at vera við tær í goymsluhúsum tínum og í øllum, sum tú tekst við, og vælsigna teg í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. v9 Harrin skal gera teg til tjóð, sum er honum heilag, eins og hann hevur svorið tær, um tú varðveitir boðorð Harrans, Guðs tíns, og gongur leiðir hansara; v10 allar tjóðir á jørð munnu tá síggja, at navn Harrans er nevnt yvir tær, og fáa ótta fyri tær. v11 Og Harrin man geva tær nøgdir av øllum góðum, bæði av ávøksti kviðar tíns og ávøksti fenaðar tíns og av ávøksti í landi tínum, ið Harrin svór fedrum tínum at geva tær. v12 Harrin skal lata upp fyri tær goymslubúr sítt, hitt góða, himinin, til tess at geva landi tínum regn í tøkum tíma og vælsigna alt handaverk títt; og tú manst veita mongum tjóðum lán, men sjálvum tær skal einki lán tørva. v13 Harrin man gera teg til høvur og ikki til hala; støðugt skalt tú stíga hægri upp og ongantíð dala, um tú lýðir boðorðum Harrans, Guðs tíns, sum eg í dag bjóði tær at halda vandaliga, v14 og um tú ikki víkur frá nøkrum av teimum boðum, sum eg í dag bjóði tær, hvørki til høgru ella til vinstru til tess at elta aðrar gudar og dýrka teir.
Banning
v15 Men lýðir tú ikki rødd Harrans, Guðs tíns, og ikki vandaliga heldur øll boðorð hans og fyriskipanir, sum eg í dag bjóði tær, tá skulu allar hesar banningar verða tær fyri og koma oman yvir teg: v16 Bannaður skalt tú vera í borgini, og bannaður skalt tú vera á bønum. v17 Bannað skal tín tæga vera og deigtrog títt. v18 Bannaður skal ávøkstur kviðar tíns vera og ávøkstur lands tíns, tað, sum við verður sett undan neytum tínum og burðir smala tína. v19 Bannaður skalt tú vera, tá ið tú gongur inn, og bannaður skalt tú vera, tá ið tú gongur út. v20 Hvat tú enn hevst at ella tekst við, so skal Harrin senda banningina og ræðsluna og hóttanina yvir teg, til tú ferst og oyðist í bræði aftur fyri illgerð tína, at tú segði meg burtur. v21 Harrin skal lata drepsóttina loða við teg, til hann hevur avoytt teg úr tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. v22 Harrin man sláa teg við tæringi, við hitasótt og brunasótt, við hita og turki, við svartaroða, og gulnan, og hetta skal søkja at tær, til tú ert avoyddur. v23 Himinin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar og jørðin undir fótum tínum sum jarn. v24 Regnið í landi tínum skal Harrin broyta í sand, og dustið skal koma av himni niður yvir teg, til tú ferst. v25 Og Harrin skal lata teg lúta fyri fíggindum tínum; ein veg skalt tú halda móti teimum, men sjey vegir skalt tú flýggja undan teimum; og tú skalt verða ræða fyri øllum ríkjum á jørð. v26 Ræ tíni skulu verða øllum fuglum himinsins og øllum djórum jarðarinnar til matna, og eingin skal styggja tey burtur. v27 Harrin skal sláa teg við Egyptalands svullum og kýlum, við skurvum og óferi, sum ikki verða grødd aftur. v28 Harrin skal sláa teg við ørvitisskapi, blindi og vitloysi. v29 Á alljósum degi skalt tú trilva teg fram, eins og blindur trilvar í myrkri; ongantíð skal eydnan fylgja tær; allar dagar skalt tú verða nívdur og rændur, og eingin skal koma tær til hjálpar. v30 Konuna, sum tú festir tær, skal annar taka í favn; húsinum, sum tú byggir tær, skalt tú ikki búgva í; og tú skalt leggja inn víngarð, men ikki njóta ávøkst hans. v31 Oksi tín skal verða slátraður fyri eygunum á tær, men tú skalt einki njóta av honum; asni tín skal verða rændur, meðan tú sært tað, og ikki koma aftur til tín; fíggindar tínir skulu fara við smalum tínum og eingin hjálpa tær. v32 Synir tínir og døtur skulu verða yvirgivin fremmandari tjóð, og tú skalt síggja tað við egnum eygum og ørmaktast tann líðilanga dag av langtan eftir teimum og tó einki fáa gjørt. v33 Ávøkstin av jørð tíni og av øllum strevi tínum skal tjóð, sum tú ikki kennir, eta upp; allar dagar skalt tú verða kúgaður og illa viðfarin. v34 Og tú verður vitleysur av øllum tí, sum eygu tíni skulu líta at. v35 Harrin skal sláa teg við ringum, ógrøðandi svullum, bæði um knæ og leggir, ja, frá iljum og alt upp at hvirli. v36 Harrin skal leiða teg og kongin, sum tú skipar tær, burtur til tjóð, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent; og har skalt tú dýrka aðrar gudar, stokkar og steinar. v37 Tú skalt verða til øtan, tiltak og spott millum allar tjóðir, sum Harrin leiðir teg til. v38 Stórar veltur skalt tú sáa, men bera lítið undir lonir; ongspretturnar skulu eta tað upp. v39 Tú skalt leggja tær víngarðar inn og dyrka teir, men hvørki fáa vín at drekka ella til goymslu; maðkurin skal oyða tað. v40 Um alt land títt skalt tú hava oljutrø, men ikki fáa olju at salva teg við; tí at oljuberini skulu detta av. v41 Synir og døtur skalt tú ala og tó eingi børn hava, tí at tey skulu verða herleidd. v42 Øll trø tíni og ávøkstin av jørð tíni skulu flogkyktini leggja undir seg. v43 Útisetin, sum hjá tær býr, skal hevja seg upp um teg hægri og hægri, meðan tú skalt lúta lægri í hvørjum. v44 Hann skal veita tær lán, men tú skalt einki hava at læna honum; hann skal verða høvur, men tú skalt verða hali. v45 Allar hesar banningar skulu vera tær fyri, og tær skulu elta teg og koma oman yvir teg, til beint er fyri tær, av tí at tú lýddi ikki rødd Harrans, Guðs tíns, so at tú varðveitti boðorð og skipanir hansara, sum hann legði fyri teg. v46 Tey skulu elta teg og avkom títt sum tekin og undur um allar ævir. v47 Aftur fyri at tú ikki tænti Harranum, Guði tínum, við gleði og hjartans tøkk, av tí at tú hevði alskyns nøgdir, v48 tí skalt tú svangur og tystur, nakin og ørfátækur tæna fíggindum tínum, sum Harrin sendir á teg; hann man leggja jarnok á háls tín, til tú ert fullkomiliga avoyddur. v49 Harrin skal búgva út fjarlagda tjóð frá jarðarinnar enda móti tær; eins og ørnin skal hon koma fljúgvandi, tjóð, hvørjar mál tú ikki skilur, v50 harðrend tjóð, ið hvørki skoytir gomlum, ella eirir ungum; v51 hon man eta upp ávøkst fenaðar tíns og ávøkst jarðar tínar, til tú ert oyddur; og hon skal ikki leiva tær korn ella aldinløg ella olju ella tínar viðsettu oksar ella burðir smala tína, til hon hevur avoytt teg. v52 Hon skal kringseta teg í øllum borgum tínum, til tínir høgu, sterku borgargarðar, sum tú troystar á, rapa niður um alt land títt; hon skal kringseta teg í øllum borgum tínum allastaðni í landi tínum, sum Harrin, Guð tín, gevur tær. v53 Tá skalt tú eta ávøkst kviðar tíns, kjøtið av sonum og døtrum tínum, sum Harrin, Guð tín, hevur givið tær; tílíka trongd og neyð skulu fíggindar tínir lata ganga á teg. v54 Ja, hin vandnasti og bleytlyntasti maðurin skal tá kveita ilskur at bróður sínum og konuni, sum hann fevnir, og at teimum børnum, sum hann hevur eftir, v55 og ikki unna nøkrum teirra nakað burtur av kjøti barna sína, sum hann etur, av tí at hann einki annað hevur eftir; tílíka trongd og neyð skulu fíggindar tínir lata ganga á teg innan øll borgarlið tíni. v56 Og matvandin kona, ið er so bleytlynt, at hon ikki býður til at seta fótin á jørðina fyri mjúklevnað og tepurskapi, skal kveita ilsk at manninum, ið fevnir hana, og syni sínum og dóttur síni v57 og ikki unna teimum bita av eftirburðinum ella barninum, sum hon nýliga hevur føtt, men eta tað sjálv í loyndum; so ørfátæk skal hon verða, og tílíka trongd og neyð skulu fíggindar tínir lata ganga á teg innan borgarliða tína. v58 Um tú ikki vandaliga heldur øll orð í hesi lóg, sum skrivað standa í hesari bók, so at tú óttast hetta dýrmetta og øgiliga navn, Harran, Guð tín, v59 tá skal Harrin lata ovurmiklar plágur koma yvir teg og avkom títt, miklar og áhaldandi plágur og ringar og áhaldandi sjúkur v60 og senda á teg Egyptalands sjúkur, sum tú ønskrast fyri; og tær loða við teg. v61 Ja, eisini allar tær sjúkur og plágur, sum ikki er skrivað um í hesi lógbók, skal Harrin lata koma yvir teg, til beint er fyri tær. v62 Tit, ið áður vóru fjølmentir sum stjørnur himinsins, skulu tá einans verða nakrir fáir menn eftir, av tí at tú ikki lýddi rødd Harrans, Guðs tíns. v63 Eins og Harrin áður gleddist yvir at gera væl við tykkum og gera tykkum fjølmentar, soleiðis skal Harrin nú gleðast yvir at forkoma tykkum og oyða tykkum; og tit skulu verða riknir burtur úr tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. v64 Og Harrin skal spjaða teg um millum tjóðanna frá einum enda landsins í annan; og har skalt tú dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, stokkar og steinar. v65 Og millum teirra tjóða skalt tú hvørki finna náðir ella hvílustað, heldur man Harrin geva tær nøtrandi hjarta, trútnað eygu og ørmaktaða sál. v66 Lív títt skal tykjast tær at hanga í einum hári, og nátt sum dag skalt tú vera í angist og aldri vera ekkaleysur um lív títt. v67 Um morgunin skalt tú siga: «Á, gævi tað var kvøld!» Og um kvøldið skalt tú siga: «Á, gævi tað var morgun!» Tílíka ræðslu skalt tú kenna í hjarta tínum, og so ræðuligt verður tað, sum eygu tíni skulu fáa at síggja. v68 Harrin skal flyta teg aftur til Egyptalands á skipum, ta leið, sum eg segði tær, at tú ongantíð skuldi fáa aftur at síggja; og har skulu tit bjóða tykkum fram til sølu sum trælir og trælkvendi hjá fíggindum tykkara; men eingin skal hava hug at keypa tykkum.»