Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 29
Áminning um at halda lógina
v1 Hesi eru orð sáttmálans, ið Harrin beyð Mósesi at gera við Ísraelsmenn í Móab landi umframt sáttmálan, sum hann gjørdi við teir undir Hóreb. v2 Og Móses stevndi saman øllum Ísraelsmonnum og mælti við teir: Tit hava sæð alt tað, sum Harrin gjørdi fyri eygum tykkara í Egyptalandi við Fárao og allar tænarar hans og alt land hans, v3 hinar miklu roynslur, sum tú sást við egnum eygum, hini miklu tekin og undur. v4 Men alt fram at hesum degi hevur Harrin ikki givið tykkum hjarta til at skilja við og eygu til at síggja við og oyru til at hoyra við. v5 Í fjøruti ár leiddi eg tykkum um oyðimørkina; klæði tykkara vórðu ikki slitin á tykkum, og skógvar tykkara slitust ikki upp á fótum tykkara; v6 breyð høvdu tit einki at eta og einki vín og ongan mjøð at drekka, til tess at tit skuldu vita, at eg eri Harrin, Guð tykkara. v7 Og tá ið tit komu higar, og Sihon kongur í Hesjbon og Og kongur í Básjan komu ímóti okkum til bardaga, tá vunnu vit sigur á teimum v8 og tóku land teirra og lótu tað lutast Rubenitum og Gáditum og hálvari Manasse ætt. v9 Varðveitið tí orðini í hesum sáttmála og gerið eftir teimum, til tess at eydnan má fylgja tykkum í øllum, sum tit havast at. v10 Tit standa í dag allir frammi fyri Harranum, Guði tykkara: høvuðsmenn tykkara og dómarar og tykkara elstu og umsjónarmenn, hvør maður í Ísrael, v11 børn tíni og konur tínar og útisetarnir í herbúðum tínum, bæði viðahøggarar og vatnberar, v12 til tess at ganga undir sáttmála Harrans, Guðs tíns, og inn í tað eiðfesta samfelag, sum Harrin, Guð tín, bindur við teg í dag, v13 til tess at hann í dag má gera teg til fólk sítt, so at hann verður Guð tín, eins og hann lovaði tær, og eins og hann svór fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. v14 Og ikki við tykkum eina geri eg henda sáttmála og hetta eiðfesta samfelag, v15 men við teir, sum her í dag saman við okkum standa frammi fyri Harranum, Guði várum, og við teir, sum ikki eru her í dag saman við okkum;
Fólkið revsað fyri trúloysi
v16 tí at tit vita sjálvir, at vit búðu í Egyptalandi, og hvussu vit ferðaðust gjøgnum tær tjóðir, vit nú eru komin um. v17 Og tit sóu andstygdir og skurðgudar teirra úr træ og steini, silvuri og gulli, sum teir høvdu. v18 Latið tí ikki finnast hjá tykkum kall ella konu, heim ella ætt, sum í dag snýr sínum hjarta frá Harranum, Guði várum, til tess at fara at dýrka gudar hesa tjóða; latið onga rót vera hjá tykkum, sum eitur og malurt sprettur upp av, v19 ongan, ið sigur seg sælan í hjartanum, tá ið hann hoyrir orð hesar eiðgerðar og heldur: «Mær skal eydnan fylgja, tó at eg haldi fram eftir treiska hjarta mínum.» Tí at tá førir hann bann yvir bæði bygd og óbygd. v20 Harrin skal ikki fyrigeva honum; heldur man vreiði Harrans og vandlæti hans tendrast móti tílíkum manni, og øll banningin, sum er ritað í hesi bók, koma oman yvir hann; og Harrin skal strika út navn hans undir himni. v21 Til glatanar skal Harrin skilja hann burtur úr øllum ættum Ísraels, samsvarandi øllum banningum sáttmálans, ið ritaður er í hesi lógbók. v22 Og tá ið komandi ættir, børn tykkara, sum koma aftan á tykkum, og fremmandir úr fjarløgdum londum síggja tær plágur og sóttir, sum Harrin hevur nívt hetta land við, v23 so at tað er vorðið at brennisteini og salti, alt samalt avsviðið, so at einki verður sáað, og einki grør, og eingin urt sprettur upp av jørðini, men alt er vorðið kollvelt eins og Sódoma og Gómorra og Adma og Zebojim, sum Harrin kollvelti í vreiði og bræði síni, tá munnu teir fara at spyrja v24 og allar tjóðir við teimum: «Hví hevur Harrin farið so við hesum landi? Av hvørjum hevur staðist henda mikla brennandi bræði?» v25 Tá skal verða svarað: «Av tí at teir góvu sáttmála Harrans, Guðs fedra sína, yvir, sum hann gjørdi við teir, tá ið hann leiddi teir út úr Egyptalandi v26 og gingu at dýrka aðrar gudar og tilbóðu teir, gudar, sum teir ikki kendu áður, og sum hann ikki hevði givið teimum lut í; v27 tí upptendraðist vreiði Harrans ímóti hesum landi, so at hann læt koma yvir tað alla ta banning, sum ritað er í hesari bók, v28 og tí sleit Harrin teir upp úr landi teirra í vreiði og øði og miklari bræði og tveitti teir burtur í annað land, har teir enn eru.» v29 Hinir fjaldu lutirnir eru Harrans, Guðs várs, men tað opinberaða er fyri okkum og børn okkara ævinliga, so at vit mega gera eftir øllum tí, sum ritað er í hesi lóg.