Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 30
Viðvending og frelsa fólksins
v1 Men tá ið alt hetta kemur yvir teg: bæði signingin og banningin, sum eg í dag leggi fram fyri teg, og tú leggur tær tað í geyma har úti millum allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, rekur teg til, v2 og tú snýrt tær aftur til Harrans, Guðs tíns, og lýðir rødd hans í øllum, sum eg bjóði tær í dag, bæði tú og børn tíni, av heilum huga og av allari sál, v3 tá skal Harrin, Guð tín, venda lagnu tíni og várkunna tær og savna teg aftur saman úr øllum teimum tjóðum, har hann hevur spjatt teg um. v4 Um so tíni burturriknu eru úti undir ytstu væðing himinsins, skal Harrin, Guð tín, tó savna tey saman og søkja tey aftur haðan. v5 Harrin, Guð tín, skal føra teg inn í landið, sum fedrar tínir løgdu undir seg; tú skalt taka tað til ognar; og hann skal gera teg eydnuríkari og fjølmentari enn fedrar tínir vóru. v6 Og Harrin, Guð tín, skal umskera hjarta títt og hjarta eftirkomara tína, so at tú elskar Harran, Guð tín, av heilum huga og allari sál tíni, til tess at tú skalt liva, v7 men oman yvir fíggindar tínar, ið hata teg og søkja at tær, skal Harrin, Guð tín, lata koma allar hesar banningar. v8 Og tá skalt tú aftur lýða rødd Harrans, Guðs tíns, og halda øll boðorð hansara, sum eg í dag bjóði tær. v9 Og Harrin, Guð tín, skal veita tær góða úrtøku av øllum, sum tú tekst við, bæði av ávøksti kviðar tíns og av ávøksti fenaðar tíns og av ávøksti jarðar tínar; tí at Harrin skal aftur gleðast yvir teg til gævu, eins og hann gleddist yvir fedrar tínar, v10 so satt sum tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns, og varðveitir boðorð og skipanir hans, ið ritað eru í hesi lógbók, so satt sum tú vendir við til Harrans, Guðs tíns, av heilum huga og av allari sál tíni. v11 Tí at hetta boð, sum eg í dag leggi fyri teg, er tær ikki ov torskilið ella fjarlagið. v12 Tað er ikki uppi í himninum, so at tær er tørvur at siga: «Hvør vil fara fyri okkum upp í himinin og søkja okkum tað haðan og kunngera okkum tað, so at vit mega gera eftir tí.» v13 Heldur ikki er tað handan havið, so at tær er tørvur á at siga: «Hvør vil fara fyri okkum yvir um havið og flyta okkum tað higar og kunngera tað fyri okkum, so at vit mega gera eftir tí.» v14 Nei, orðið er tætt hjá tær, í munni og hjarta tínum, so at tú kanst gera eftir tí.
Áminning um at halda sáttmálan
v15 Sí, eg havi í dag lagt fram fyri teg lív og gævu, deyða og ógævu; v16 um tú varðveitir boðorð Harrans, Guðs tíns, sum eg í dag havi lagt fyri teg, so at tú elskar Harran, Guð tín, og gongur leiðir hansara og heldur skipanir hans, boðorð og lógir, tá skalt tú liva og fjølgast, og Harrin, Guð tín, skal vælsigna teg í tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. v17 Men víkur hjarta títt frá, og tú verður ólýðin og fer at tilbiðja aðrar gudar og dýrka teir, v18 tá boði eg tykkum í dag, at tit skulu vissuliga farast og ikki liva leingi í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar. v19 Eg stevni í dag bæði himni og jørð til vitnis ímóti tykkum, at eg havi lagt fram fyri tykkum lívið og deyðan, signingina og banningina. Vel nú lívið, so at tú mást liva og avkom títt, v20 við at elska Harran, Guð tín, og lýða rødd hans og halda fast við hann; í tí stendur lív títt, og hvussu leingi tú skalt verða búgvandi í tí landi, sum Harrin svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva teimum.»