Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fimta Mósebók, kapittul 31
Jósva skipaður eftirmaður Mósesar
v1 Tá ið Móses hevði lokið at mæla hesum orðum til Ísraelsmanna, v2 segði hann við teir: «Eg eri nú eitt hundrað og tjúgu ára gamal; eg kann nú ikki longur ferðast tykkara millum sum áður; og Harrin hevur sagt við meg, at eg skal ikki koma yvir Jórdan har; v3 men Harrin, Guð tín, skal sjálvur fara yvir um á odda fyri tær og týna hesar tjóðir fyri tær; so at tú leggur tær undir teg. Og Jósva skal fara yvirum á odda fyri tær, eins og Harrin hevur sagt. v4 Harrin skal fara við teimum, eins og hann fór við Sihoni og Og, kongum Ámorita og londum teirra, sum hann oyddi. v5 Og Harrin skal geva teir tykkum í vald, og tit skulu fara við teimum samsvarandi øllum teimum boðorðum, sum eg havi lagt fyri tykkum. v6 Verið reystir og hugdjarvir og óttist ikki og verið ikki ræddir fyri teimum, tí at Harrin, Guð tín, vil sjálvur fara við tær; hann skal ikki sleppa tær og ikki geva teg yvir.» v7 Móses kallaði tá Jósva fyri seg og segði við hann, meðan allur Ísrael var hjá: «Ver reystur og hugdjarvur, tí at tú skalt leiða hetta fólkið inn í tað landið, sum Harrin svór fedrum teirra at geva teimum, og tú skalt skifta tað sundur teirra millum. v8 Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!»
Um varðveitslu og lestur løgmálsins
v9 Síðan ritaði Móses hesa lóg og fekk hana prestunum upp í hendur, Levi sonum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, og øllum Ísraels elstu. v10 Og Móses beyð teimum svá: «Sjeynda hvørt ár, frælsisárið, á leyvskálahátíðini, v11 tá ið allur Ísrael kemur fram fyri ásjón Harrans, Guðs tíns, á tí staði, sum hann velur, tá skalt tú lesa hesa lóg upp, so at allur Ísrael hoyrir hana. v12 Savna tá fólkið saman, bæði kallar og konur, børn og útisetarnar, sum búgva í borgum tínum, til tess at tey mega lýða á og læra at óttast Harran, Guð tykkara, og vandaliga halda øll orð í hesi lóg. v13 Og børn teirra, sum enn ikki kenna hana, skulu lýða á hana og læra at óttast Harran, Guð tykkara, allar teir dagar, tit liva í tí landi, sum tit nú halda inn í yvir Jórdan til tess at taka tað til ognar.»
Boð Harrans til Móses
v14 Síðan segði Harrin við Móses: «Nú nærkast deyðastund tín; kalla tí á Jósva og gangið inn í samfundartjaldið, so skal eg geva honum fyriskipanir mínar.» Og Móses og Jósva fóru og tóku støðu í samfundartjaldinum. v15 Tá birtist Harrin í tjaldinum í skýstólpa, og skýstólpin varð standandi við dyr tjaldsins.
Inngangur til kvæði Mósesar
v16 Og Harrin segði við Móses: «Sí, tá ið tú nú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man hetta fólk fara at horfiknast aftan á fremmandar gudar í tí landi, sum teir nú koma inn í; teir fara at geva meg yvir og slíta tann sáttmála, sum eg gjørdi við teir. v17 Men tá skal eg lata vreiði mína tendrast ímóti teimum og geva teir yvir og fjala andlit mítt fyri teimum; og teir skulu verða uppetnir, og alt ilt og neyð skal koma yvir teir. Á tí degi skulu teir siga: Man ikki henda ógæva vera komin yvir okkum, av tí at Guð vár ikki er við okkum? v18 Tá skal eg vissuliga fjala andlit mítt fyri teimum, aftur fyri alt tað illa, sum teir gjørdu, við at víkja at øðrum gudum. v19 Men rita nú hetta kvæði upp og lær Ísraelsmenn tað; legg teimum tað í munn, so at hetta kvæði verður mær til vitnisburðar ímóti Ísraelsmonnum. v20 Tí at eg man leiða teir inn í tað landið, sum eg svór fedrum teirra, land, sum flýtur í mjólk og hunangi; men tá ið teir hava etið seg mettar og eru væl í holdum, fara teir at víkja at øðrum gudum og dýrka teir, men havna mær og slíta sáttmála mín. v21 Og tá ið síðan alt ilt og øll neyð kemur yvir teir, skal hetta kvæði bera vitni móti teimum; tí at tað skal ikki verða gloymt í munni avkoms teirra. Tí at eg veit, hvat teir hava í kvittanum at gera, longu áður enn eg havi leitt teir inn í landið, sum eg svór fedrum teirra.» v22 Sama dagin ritaði Móses hetta kvæði upp og læt Ísraelsmenn læra seg tað. v23 Síðan beyð hann Jósva Nunssyni og segði: «Ver reystur og hugdjarvur; tí at tú skalt føra Ísraelsmenn inn í landið, sum eg svór teimum; og eg skal vera við tær.» v24 Tá ið Móses hevði lokið at rita upp í bók øll orð í hesi lóg, v25 beyð hann Levitunum, sum bóru sáttmálaørk Harrans og segði: v26 «Takið hesa lógbók og leggið hana við liðina á sáttmálaørk Harrans, Guðs tykkara, so at hon verður goymd til vitnis ímóti tær. v27 Tí at eg man kenna tvørlyndi títt og treiski. Sí, enn í dag, meðan eg eri á lívi saman við tykkum, hava tit verið tvørlyntir móti Harranum, hvussu verður tá ikki, tá ið eg eri deyður? v28 Savnið nú saman um meg allar hinar elstu ætta tykkara og umsjónarmenn tykkara, so at eg kann flyta teimum øll hesi orð og kalla himin og jørð til vitnis ímóti teimum. v29 Tí at eg veit, at tá ið eg eri deyður, tá fara tit at havast at illum og víkja frá teirri leið, sum eg beyð tykkum at ganga; og í komandi tíðum verður ógæva tykkum fyri, av tí at tit gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, til tess at reita hann við handaverkum tykkara.» v30 Móses flutti tá Ísraelsmonnum hetta kvæði frá byrjan at enda: