Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 34
Deyði Mósesar
v1 Síðan gekk Móses av Móabsslættanum upp á Nebo fjallið dygst niðan á Pisga áraka Jeriko; haðan sýndi Harrin honum alt landið: Gilead alt at Dán, v2 alt land Naftali, Efraims og Manasse, alt Júdaland at havinum fyri vestan, v3 suðurlandið, Jórdanslættlendið og Jerikoláglendið, pálmaborgina alt at Zoar. v4 Og Harrin segði við hann: «Hetta er tað landið, sum eg svór Ábrahami, Ísaki og Jákupi, tá ið eg segði: Eftirkomarum tínum skal eg geva tað. Nú havi eg latið teg líta at tí við egnum eygum; men yvir hagar skalt tú ikki koma.» v5 Síðan doyði Móses, tænari Harrans, har í Móabs landi, eins og Harrin hevði sagt. v6 Og hann jarðaði hann í dalinum í Móabs landi tætt hjá Bet-Peor; og enn í dag veit eingin, hvar ið grøv hans er. v7 Móses var eitt hundrað og tjúgu ára gamal, tá ið hann andaðist; men enn var sjón hans ikki viknað og lívsmegin ikki horvin. v8 Og Ísraelsmenn syrgdu Móses á Móabsslættanum í tríati dagar, til harmadagarnir eftir Móses vóru at enda. v9 Jósva Nunsson var fullur av vísdóms anda, av tí at Móses hevði lagt hendur sínar á hann. Og Ísraelsmenn lýddu hann og gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.
Minni hans
v10 Men ongantíð kom aftur í Ísrael tílíkur profetur sum Móses, ið Harrin kendi andlit til andlits, v11 tá ið hugsað verður um øll tey tekin og undur, ið Harrin læt hann gera í Egyptalandi á Fárao og øllum tænarum hans og øllum landi hans, v12 og um hina miklu megi og alt tað øgiliga og veldiga, sum Móses útinti fyri eygsjón als Ísraels.