Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Fimta Mósebók, kapittul 4
Áminningar um at halda lógina
v1 Hoyr nú, Ísrael, tær fyriskipanir og lógir, sum eg vil kenna tykkum, til tess at tit halda tær, so at tit mega vera á lívi og koma inn í tað land, sum Harrin, Guð fedra tykkara, vil geva tykkum, og fáa tað til ognar. v2 Tit skulu hvørki leggja nakað aftur at ella taka nakað burtur av tí, sum eg bjóði tykkum, men tit skulu halda boð Harrans, Guðs tykkara, sum eg áleggi tykkum. v3 Tit hava jú við egnum eygum sæð, hvat Harrin gjørdi fyri sakir Báal-Peors, hvussu Harrin, Guð tykkara, oyddi allar, sum fylgdu Báal-Peor. v4 Men tit, ið hildu fast við Harran, Guð tykkara, eru allir á lívi enn í dag. v5 Sí, eg skal læra tykkum fyriskipanir og lógir, eins og Harrin, Guð mín, hevur boðið mær, til tess at tit gera eftir teimum í tí landi, sum tit nú fara inn í til tess at ognast tað. v6 Varðveitið tær og haldið tær; tí at tá verða tit navnframir fyri vísdóm og vitsku, soleiðis at aðrar tjóðir, sum hoyra um allar hesar fyriskipanir, fara at siga: «Hatta er av sonnum vitugt og skynsamt fólk, handa mikla tjóð!» v7 Tí at hvør er tann mikla tjóð, sum hevur gudar, ið koma til hennara eins og Harrin, Guð vár, kemur til okkara, hvørja ferð vit ákalla hann? v8 Og hvør er tann mikla tjóð, ið hevur fyriskipanir og lógir eins rættvísar og hetta løgmál, sum eg leggi fram fyri tykkum í dag?
Viðvaranir móti myndadýrkan
v9 Men tú skalt ansa eftir tær og vara teg fyri títt lív ikki at gloyma tað, sum tú við egnum eygum hevur sæð, og ikki lata tað fara tær úr minni allar ævidagar tínar, men kunngera tað eisini børnum og barnabørnum tínum. v10 Gloym ikki dagin, tá ið tú stóðst frammi fyri Harranum, Guði tínum, við Hóreb, tá ið Harrin segði við meg: «Savna mær fólkið saman, so vil eg lata teir hoyra orð míni, til tess at teir læra at óttast meg allar dagar, sum teir liva á jørðini, og kenna børnum sínum tað sama.» v11 Tit gingu tá fram og vórðu standandi undir fjallinum, meðan fjallið logaði alt í eldi upp móti himni, hult í myrkri, skýggi og skaddu. v12 Tá talaði Harrin til tykkara út úr eldinum; men tit hoyrdu einans ljómin av orðunum; ásjón hans sóu tit ikki; einans røddina hoyrdu tit. v13 Og tá kunngjørdi hann tykkum sáttmála sín, sum hann beyð tykkum at halda, hini tíggju boðorðini; og hann ritaði tey á tvær steintalvur. v14 Ta ferðina beyð Harrin mær at kenna tykkum tær fyriskipanir og lógir, sum tit skuldu halda, tá ið tit komu inn í tað landið, sum tit nú stevna móti til tess at ognast tað. v15 Serliga vegna tess at tit onga mynd sóu, tá Harrin talaði til tykkara á Hóreb út úr eldinum, skulu tit ansa eftir tykkum og vara tykkum fyri tykkara lív, v16 at tit ikki spilla tykkum við at gera tykkum skurðgudar, myndir í steini, hvørt tað er í líki kals ella konu, v17 hvørt tað er avmynd av einumhvørjum djóri, sum er á jørðini, ella av einumhvørjum fugli, sum flýgur í loftinum, v18 ella avmynd av einumhvørjum skriðkykti, sum skríður á jørðini, ella av einumhvørjum fiski, sum er í havinum undir jørðini; v19 og tá ið tit líta upp móti himni og síggja sólina, mánan og stjørnurnar, allan her himinsins, skulu tit ikki lata tykkum tøla til at tilbiðja og dýrka hann; tí at hann hevur Harrin, Guð tykkara, latið allar hinar tjóðirnar undir himni fingið. v20 Men tykkum tók Harrin og leiddi tykkum út úr bræðsluovninum, úr Egyptalandi, til at vera ognarfólk hansara, eins og tit nú eru tað. v21 Men á meg vreiddist Harrin vegna tykkara og svór, at eg ikki skuldi koma yvir um Jórdan og ikki koma inn í tað frálíka landið, sum Harrin, Guð tín, gevur tær til ognar; v22 tí at eg skal doyggja í hesum landi og ikki koma yvir um Jórdan; men tit skulu fara yvirum og fáa hetta frálíka landið til ognar. v23 Men tit skulu vara tykkum frá at gloyma tann sáttmála, sum Harrin, Guð tykkara, hevur gjørt við tykkum, og frá at gera tykkum skurðmynd av nøkrum, sum Harrin, Guð tín, hevur bannað tær. v24 Tí at Harrin, Guð tín, er oyðandi eldur, vandlátur Guð. v25 Tá ið tú nú elur børn og barnabørn, og tit hava verið leingi í landinum, og tit tá spilla tykkum við at gera tykkum skurðgud í einumhvørjum líki og gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, Guðs tíns, til tess at reita hann, v26 tá taki eg í dag bæði himin og jørð til vitni móti tykkum um, at tit brátt skulu verða oyddir úr tí landi, sum tit nú stevna ímóti yvir Jórdan, til tess at fáa tað til ognar; tit skulu ikki liva har mong árini, men vissuliga verða avoyddir! v27 Harrin skal spjaða tykkum út millum tjóðirnar, so at einans fáir verða av tykkum úti millum heidninga teirra, sum Harrin førir tykkum til. v28 Har fara tit at tæna teimum gudum, sum eru handaverk manna, stokkar og steinar, sum hvørki síggja ella hoyra, eta ella lukta. v29 Har munnu tit fara at leita eftir Harranum, Guði tínum, og tú skalt finna hann, um tú leitar av heilum huga og allari sál tíni. v30 Í komandi døgum, tá ið tú ert staddur í neyð, og alt hetta kemur yvir teg, tá manst tú víkja á Harran, Guð tín, og lýða rødd hansara. v31 Tí at miskunnsamur er Harrin, Guð tín; hann koyrir teg ikki frá sær og letur teg ikki farast og gloymir ikki sáttmálan, sum hann svór fedrum tínum. v32 Kanna tí eftir í farnum tíðum, sum hava verið undan tær, alt frá tí degi, tá ið Guð skapaði mannin á jørð, frá einum enda himinsins at øðrum, um tílíkir tilburðir nakrantíð hava verið, ella um nakar veit um tílíkt at siga! v33 Man nøkur tjóð nakrantíð hava hoyrt rødd Guðs tala úr eldi, eins og tú hevur hoyrt tað, og kortini hildið lívi? v34 Ella man nakar gud hava boðið til at koma og vinna sær tjóð burtur úr aðrari tjóð við roynslum og teknum og undrum, við bardaga og sterkari hond, við útrættum armi og øgiligum stórverkum, eins og tit við egnum eygum hava sæð Harran, Guð tykkara, gjørt ímóti tykkum í Egyptalandi? v35 Tú fekst hetta at síggja, til tess at tú skuldi sanna, at Harrin og eingin annar enn hann er Guð. v36 Av himni læt hann teg hoyra rødd sína til tess at geva tær leiðbeining, og á jørðini læt hann teg síggja hin mikla eld sín og læt teg hoyra orð síni út úr eldinum. v37 Og av tí at hann elskaði fedrar tínar og valdi út eftirkomarar teirra eftir teir og leiddi teir sjálvur út úr Egyptalandi við hinum mikla mátti sínum v38 og rak burtur fyri tær tjóðir, ið vóru størri og sterkari enn tú, til tess at leiða teg hagar og lata teg fáa land teirra til ognar, eins og nú er vorðið, v39 tí skalt tú í dag vita og leggja tær í geyma, at Harrin er Guð uppi í himnum og niðri á jørð og eingin annar. v40 Og tú skalt varðveita boð hans og skipanir, sum eg í dag leggi fyri teg, til tess at eydnan má fylgja tær og børnum tínum eftir teg, og til tess at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, gevur tær um allar ævir.
Griðstaðir eystan fyri Jórdan
v41 Tá skildi Móses tríggjar borgir frá hinumegin Jórdan eystanfyri, v42 til tess at drápsmaður, sum av óvart hevur verið næsta sínum at bana – og hevur ikki verið honum meinhugaður – kann flýggja inn í eina av teimum borgunum og halda lívinum: v43 Bezer í oyðimørkini á slættlendinum fyri Rubenitar, Rámot í Gilead fyri Gáditar og Gólan í Básjan fyri Manassitar.
Formæli til lógir
v44 Hetta er tað løgmál, sum Móses legði fyri Ísraelsmenn; v45 og hetta eru teir vitnisburðir og tær fyriskipanir og lógir, sum Móses kunngjørdi Ísraelsmonnum, tá ið teir fóru úr Egyptalandi, v46 hinumegin Jórdan, í dalinum ábeint Bet-Peor, í landi Sihons, kongs Ámorita, sum búði í Hesjbon, og sum Móses og Ísraelsmenn feldu, tá ið teir komu úr Egyptalandi; v47 og teir løgdu undir seg land hansara og somuleiðis land Og, kongs í Básjan, lond beggja Ámoritakonga hinumegin Jórdan fyri eystan, v48 frá Ároer, sum stendur við Arnons áarbakka, og alt at Sirjon fjalli, tað er Hermon, v49 og allan Árábaslættan hinumegin Jórdan, fyri eystan alt at Árábahavinum undir fjallalíðum Pisga.