Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 6
Inngangur til eftirfylgjandi lógir
v1 Hetta eru tey boðorð, tær skipanir og tær lógir, sum Harrin, Guð tykkara, hevur lagt fyri tykkum til at læra og halda í tí landi, sum tit nú fara at ogna tykkum, v2 so at tú óttast Harran, Guð tín, og varðveitir allar skipanir hans og boðorð, sum eg bjóði tær, bæði tú og sonur og sonarsonur tín allar ævidagar tínar, og so at tú livir leingi. v3 Hoyr tí, Ísrael, og far eftir teimum vandaliga, so at tað má vignast tær væl, og tit mega fjølgast í stórum, eins og Harrin, Guð fedra tykkara, hevur fyrijáttað tykkum, í landinum, sum flýtur í mjólk og hunangi.
Ísrael skal tæna Harranum
v4 Hoyr, Ísrael, Harrin, Guð vár, Harrin er einastur! v5 Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum. v6 Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; v7 og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp. v8 Tú skalt binda tey sum tekin á hond tína og hava tey sum áminningarmerki á enni tínum; v9 og tú skalt skriva tey á durastavirnar í húsi tínum og á borgarlið tíni. v10 Og tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í landið, sum hann svór fedrum tínum Ábrahami, Ísaki og Jákupi at geva tær, stórar og frálíkar borgir, sum tú ikki hevur reist, v11 hús full av øllum góðum, sum tú ikki hevur fingið til vegar, úthøgdar brunnar, sum tú ikki hevur høgt út, víngarðar og oljutrø, sum tú ikki hevur sett niður, og tú etur og verður mettur, v12 vara teg tá fyri at gloyma Harran, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum! v13 Harran, Guð tín, skalt tú óttast, hann skalt tú dýrka, og við navn hans skalt tú svørja. v14 Tit mega ikki halda tykkum aftur at øðrum gudum, aftur at gudum, sum grannatjóðir tykkara dýrka; v15 tí at Harrin, Guð tín, sum býr tykkara millum, er vandlátur Guð; annars man vreiði Harrans, Guðs tíns, tendrast ímóti tær, so at hann oyðir teg av jørðini. v16 Tit mega ikki freista Harran, Guð tykkara, eins og tit freistaðu hann í Massa. v17 Vandaliga skulu tit varðveita boðorð Harrans, Guðs tykkara, og vitnisburðir hans og skipanir, ið hann hevur lagt fyri tykkum. v18 Og tú skalt gera tað, sum er rætt og gott í eygum Harrans, til tess at tað má vignast tær væl, og at tú mást koma inn í og fáa tær til ognar tað frálíka landið, sum Harrin svór fedrum tínum, v19 við tað at hann rekur burtur fyri tær allar fíggindar tínar, eins og Harrin hevur sagt. v20 Tá ið sonur tín seinni spyr teg: «Hvat merkja hesir vitnisburðir, hesar skipanir og hesar lógir, sum Harrin, Guð vár, hevur lagt fyri tykkum?» v21 tá skalt tú svara syni tínum: «Vit vóru eina ferð trælir í Egyptalandi hjá Fárao; men Harrin leiddi okkum út úr Egyptalandi við sterkari hond; v22 og tá sóu vit Harran gera tekin og mikil oyðandi undur móti Egyptum, móti Fárao og øllum húski hansara; v23 men okkum leiddi hann út haðan til tess at føra okkum inn í tað landið, sum hann svór fedrum okkara at geva okkum. v24 Og tá beyð Harrin okkum at halda allar hesar lógir og óttast Harran, Guð váran, so at tað mátti vignast okkum væl allar dagar og okkum eydnast lív eins og higartil. v25 Tá skulu vit standa sum rættvísir fyri ásjón Harrans, Guðs várs, um vit vandaliga halda allar hesar lógir, sum hann hevur lagt fyri okkum.»