Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 7
Boð um at oyða Kánáanitar
v1 Tá ið Harrin, Guð tín, leiðir teg inn í tað landið, sum tú nú fert at ogna tær, og hevur rikið undan tær miklar tjóðir, Hetitar, Girgasitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, sjey tjóðir størri og sterkari enn tú, v2 og Harrin, Guð tín, gevur tær í títt vald, so at tú vinnur sigur á teimum, tá skalt tú bannføra tær, tú skalt ikki gera sáttmála við tær og ikki eira teimum. v3 Tú mást ikki hava mágskap við tær; sonum teirra skalt tú ikki geva døtur tínar; og ikki taka døtur teirra sonum tínum til handa; v4 tí at tær munnu elva sonum tínum til at víkja frá Harranum og dýrka aðrar gudar, so at vreiði Harrans tekur at brenna móti tykkum og beinir fyri tykkum í bræði. v5 Men soleiðis skulu tit gera við teir: Altar teirra skulu tit ríva niður, smildra steinsúlur teirra, høgga sundur Ásjerustólpar teirra og brenna skurðgudar teirra í eldi; v6 tí at tú ert tjóð, sum ert halgað Harranum, Guði tínum; teg hevur Harrin, Guð tín, kosið til at vera fólk sítt fram um allar tjóðir á foldum. v7 Tað var ikki tí, at tit vóru størri enn allar aðrar tjóðir, at Harrin legði ást við tykkum og valdi tykkum út, tí at tit vóru heldur at kalla av minstu tjóðum; v8 men av tí at Harrin elskaði tykkum og vildi halda tykkum tann eiðin, ið hann hevði svorið fedrum tykkara, tessvegna leiddi hann tykkum við sterkari hond og loysti tykkum út úr trælahúsinum undan valdi Fáraos, Egyptalands kongs. v9 Tí skalt tú vita, at Harrin, Guð tín, er hin sanni Guð, hin trúfasti Guð, sum í túsunda ættarlið heldur fast við sáttmálan og miskunnsemina móti teimum, ið elska hann og halda boðorð hans. v10 Men teimum, sum hata hann, endurgeldur hann við at beina fyri teimum; og hann gevur tí, sum hatar hann, onga frest, men endurgjald. v11 Tessvegna skalt tú vandaliga halda tey boðorð, tær skipanir og lógir, sum eg í dag gevi tær. v12 Um tit nú, tá ið tit hoyra hesi løgboð, varðveita tey og gera eftir teimum, tá skal eisini Harrin, Guð tín, halda fast við sáttmálan við teg og miskunnsemina, sum hann svór fedrum tínum; v13 tá man hann sýna tær kærleika og vælsigna teg og fjølga teg; hann man vælsigna ávøkst kviðar tíns og ávøkst jarðar tínar, korn og aldinløg tín og olju tína og kálvar og lomb í tí landi, sum hann svór at geva fedrum tínum. v14 Fram um allar aðrar tjóðir skalt tú verða vælsignað, og hjá tær skal hvørki finnast kallur ella kona, sum eru barnleys, ella fenaður, sum er geldur; v15 allar ilskur skal Harrin halda frá tær, og onga av hinum vándu egyptisku sóttunum, ið tú veitst um, skal hann lata koma yvir teg, men tær skal hann leggja á allar teir, ið teg hata.
v16 Og allar tær tjóðir, sum Harrin, Guð tín, gevur tær vald á, skalt tú oyða og ongan grið geva teimum; tú mást ikki dýrka gudar teirra, tí at tað verður tær at hjálma. v17 Um tú skuldi hugsað við sjálvum tær: «Hesar tjóðir eru størri enn eg, hvussu skal eg fáa rikið tær burtur?» v18 Tá mást tú ikki óttast tær, men minnast á tað, sum Harrin, Guð tín, gjørdi við Fárao og allar Egyptar, v19 hinar miklu roynslur, sum tú sást við egnum eygum, teknini og undrini, og hvussu Harrin, Guð tín, leiddi teg út við sterkari hond og útrættum armi; soleiðis skal Harrin, Guð tín, eisini fara við øllum tjóðum, sum tú nú bert ótta fyri. v20 Ja, eisini eiturflugur skal Harrin, Guð tín, senda á teir, hagar til allir, ið eftir eru og hava krógvað seg fyri tær, eru oyddir. v21 Tú skalt ikki ræðast teir, tí at Harrin, Guð tín, er við tær, hin mikli øgiligi Guð. v22 So líðandi skal Harrin, Guð tín, reka hesar tjóðir burtur undan tær; tú skalt ikki beina fyri teimum í bræði, tí at annars verða villdjórini tær ov mong. v23 Harrin, Guð tín, skal geva tær í títt vald og elva teimum miklar ræðslur, so at tær farast. v24 Hann skal geva kongar teirra upp í hendur tínar; og tú skalt oyða nøvn teirra undir himninum; eingin man standast fyri tær, fyrr enn tú hevur aloytt teir. v25 Gudamyndir teirra skalt tú brenna upp, og tú mást ikki girnast nakað av tí silvuri og gulli, sum á teimum er, so at tað ikki verður tær at hjálma; tí at tað er andstyggiligt fyri Harranum, Guði tínum. v26 Tú mást ikki lata nakað andstyggiligt koma inn í hús títt, so at tú verður fyri sama banni sum tað; men tær skal standast við tað, og tú skalt hava andstygd fyri tí, tí at tað er bannført!