Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 8
Vælgerðir Harrans eiga at vekja lýdni hjá Ísraelsmonnum
v1 Øll tey boðorð, sum eg í dag leggi fyri tykkum, skulu tit halda vandaliga, so at tit mega liva og fjølgast og koma inn í tað landið, sum Harrin svór fedrum tykkara, og taka tað til ognar. v2 Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki. v3 Hann eyðmýkti teg og læt teg líða hungur og gav tær síðan manna at eta, sum hvørki tú ella fedrar tínir vistu um, til tess at vísa tær, at maður ikki livir einans av breyði; men at maðurin heldur livir av øllum tí, sum gongur út úr munni Harrans. v4 Klæðini á likami tínum vórðu ikki slitin, og føtur tínir trútnaðu ikki í hesi fjøruti árini; v5 ver tí sannførdur um tað, at eins og maður agar son sín, so agar Harrin, Guð tín, teg. v6 Og varðveit boðorð Harrans, Guðs tíns, so at tú gongur leiðir hans og óttast hann. v7 Tí at Harrin, Guð tín, vil føra teg inn í dýrdligt land, inn í land við løkum og vatnlindum og djúpum vøtnum, ið spretta upp í dølum og á fjøllum, v8 inn í land við hveiti og byggi, við vínviði og fikutrøum og granateplum, inn í land við oljutrøum og hunangi, v9 inn í land, har tú ikki skalt eta títt breyð í fátækt, og har einki skal skorta tær, inn í land, har steinarnir eru jarn, og har tú fært høgt kopar úr fjøllunum. v10 Men tá ið tú etur og ert vorðin mettur, tá skalt tú takka Harranum, Guði tínum, fyri tað dýrdliga landið, sum hann gav tær. v11 Vara teg fyri at gloyma Harran, Guð tín, so at tú ikki varðveitir boðorð, lógir og skipanir hansara, sum eg í dag leggi fyri teg. v12 Tá ið tú etur teg mettan og væl settan, og tú byggir tær góð hús og býrt í teimum, v13 og stórdýr og smalur tínar fjølgast, og silvur og gull eykst og alt, sum tú eigur, v14 lat tá ikki hjarta títt verða hástórt, so at tú gloymir Harran, Guð tín, sum leiddi teg út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum, v15 hann, sum leiddi teg um hina miklu og ræðuligu oyðimørk, fulla av eiturormum og sporðdrekum og vatnleysum reynum, hann, sum úr tí tinnuharða klettinum læt vatn streyma fram tær til handar, v16 hann, sum í oyðimørkini gav tær manna at eta, sum fedrar tínir einki vistu um, til tess at eyðmýkja teg og síðan at endanum at gera væl við teg. v17 Hugsa tí ikki við sjálvum tær: «Við egnum mátti og megi handar mínar havi eg vunnið mær allan henda eyð.» v18 Men hav tú Harran, Guð tín, í huga, tí at hann er tann, sum gevur tær megi til at vinna tær eyð, til tess at hann fær hildið tann sáttmála, sum hann svór fedrum tínum, eins og hann eisini ger enn í dag. v19 Men gloymir tú Harran, Guð tín, og heldur teg aftur at øðrum gudum og dýrkar og tilbiður teir, tá sigi eg tykkum av sonnum í dag, at tit skulu farast með alla. v20 Eins og tær tjóðir, ið Harrin oyddi undan tykkum, soleiðis skulu eisini tit farast, aftur fyri at tit lýddu ikki rødd Harrans, Guðs tykkara.