Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Fimta Mósebók, kapittul 9
Góðska Harrans móti Ísrael
v1 Hoyr Ísrael! Tú fert nú yvir um Jórdan til tess at leggja undir teg tjóðir, sum eru størri og sterkari enn tú, og sum hava borgir við himnahøgum borgargørðum, v2 stórt og hávaksið fólk; Ánakitarnir, sum tú kennir og hevur sjálvur hoyrt sagt um: Hvør fær staðist fyri Ánaks sonum? v3 Tí skalt tú nú vita, at tað er Harrin, Guð tín, ið gongur undan tær sum oyðandi eldur; hann man beina fyri teimum og lata tær lúta fyri tær, at tú fært tær í títt vald og oyðir tær í bræði, eins og Harrin hevur sagt. v4 Men tá ið Harrin, Guð tín, hevur rikið hesar tjóðir undan tær, tá hugsa ikki sum so: «Vegna rættvísi mína hevur Harrin leitt meg inn í hetta land og givið mær tað at eiga.» Nei, vegna tess, at hesar tjóðir vóru gudleysar, hevur Harrin rikið tær undan tykkum; v5 tað er ikki vegna rættlæti títt ella vegna reinmeinta hjarta títt, at tú kemur inn í hetta land og fært tað til ognar; men vegna gudloysi hesa tjóða hevur Harrin, Guð tín, rikið tær burtur undan tær til tess at halda tað, sum hann svór fedrum tínum, Ábrahami, Ísaki og Jákupi. v6 Tí skalt tú vita, at tað ikki er vegna rættvísi tína, at Harrin, Guð tín, gevur tær hetta dýrdliga landið til ognar; tí at tú ert eitt fólk við hørðum svíra.
Endurminning um ólýdni fólksins
v7 Minst til og gloym ikki, hvussu tú reitti Harran, Guð tín, í oyðimørkini; frá tí degi, tá ið tú fórt út úr Egyptalandi; og hagar til tit komu á henda stað, hava tit verið tvørlyntir móti Harranum. v8 Við Hóreb reittu tit Harran, so at hann í vreiði síni ætlaði at beina fyri tykkum. v9 Eg var tá farin niðan á fjallið til tess at taka við steintalvunum, talvum sáttmálans, ið Harrin hevði gjørt við tykkum; og eg dvaldi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur og bragdaði hvørki vátt eller turt. v10 Og Harrin fekk mær báðar steintalvurnar ritaðar við fingri Guðs, og á teimum stóðu øll tey orð, sum Harrin hevði talað við tykkum á fjallinum út úr eldinum tann dagin, sum tit vóru samankomnir har. v11 Og tá ið fjøruti dagar og fjøruti nætur vóru lidnar, fekk Harrin mær báðar steintalvurnar, talvur sáttmálans. v12 Tá segði Harrin við meg: «Statt upp og skunda tær oman hiðani, tí at fólkið, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, hevur borið seg illa at; skjótt viku teir frá teirri leið, sum eg beyð teimum at ganga; teir hava gjørt sær stoypta mynd!» v13 Og Harrin segði við meg: «Eg havi givið hesum fólki gætur og sæð, at tað hevur harðan svíra; v14 hav teg nú burtur frá mær og lat meg oyða teir og strika út nøvn teirra undir himninum; men teg vil eg gera til tjóð, sum er sterkari og størri enn henda!» v15 Tá snúði eg mær og helt oman av fjallinum við báðum sáttmálatalvunum í hondum mínum, meðan fjallið brann í eldi. v16 Og eg leit meg um og sí, tit høvdu syndað móti Harranum, Guði tykkara, tit høvdu gjørt tykkum stoyptan kálv; skjótt vóru tit viknir av teirri leið, sum Harrin hevði boðið tykkum at ganga. v17 Tá tók eg báðar talvurnar og tveitti tær úr hondum mínum og smildraði tær fyri eygum tykkara; v18 og eg fell niður fyri ásjón Harrans og bragdaði hvørki vátt ella turt í fjøruti dagar og fjøruti nætur eins og hina fyrru ferðina vegna alla synd tykkara, sum tit høvdu gjørt við at gera tað, sum ilt er í eygum Harrans, so at tit reittu hann. v19 Tí at eg bar ótta fyri, at Harrin var vorðin so vreiður og illur inn á tykkum, at hann í bræði síni skuldi beina fyri tykkum; men Harrin bønhoyrdi meg eisini hesa ferðina. v20 Eisini inn á Áron var Harrin so vreiður, at hann ætlaði at beina fyri honum; men tá bað eg eisini fyri Ároni. v21 Men syndaverk tykkara, kálvin, tók eg og brendi; og eg morlaði hann sundur í molar og muldi hann í fínt dust, sum eg tók og tveitti út í ánna, ið rann oman av fjallinum. v22 Eisini í Tábera, Massa og Kibrot-Hattava vaktu tit vreiði Harrans. v23 Tá ið Harrin sendi tykkum úr Kádesj-Barnea og beyð tykkum at fara og leggja undir tykkum tað landið, sum hann vildi geva tykkum, tá vóru tit boði Harrans, Guðs tykkara, ólýdnir og troystaðu ikki á hann og lýddu ikki rødd hans. v24 Tit hava verið Harranum ólýdnir alla ta tíð, sum eg havi kent tykkum. v25 Síðan fell eg niður fyri ásjón Harrans og lá soleiðis fjøruti dagar og fjøruti nætur, av tí at Harrin segði seg vilja beina fyri tykkum. v26 Og eg bað til Harrans og segði: «Harri, drottin, týn ikki fólk títt og ogn tína, sum tú loysti út í tíni miklu megi, og sum tú leiddi út úr Egyptalandi við sterkari hond. v27 Minst tænarar tínar Ábraham, Ísak og Jákup; gev ikki gætur eftir tvørlyndinum hjá hesum fólki, eftir gudloysi og synd tess, v28 til tess at menn ikki skulu siga í tí landi, sum tú leiddi okkum út úr: Av tí at Harrin ikki var førur fyri at leiða teir inn í tað landið, sum hann hevði fyrijáttað teimum, og av tí at hann hataði teir, fór hann út við teimum til tess at lata teir týna lívið í oyðimørkini! v29 Men teir eru jú fólk títt og ogn tín, sum tú leiddi út við mikla mátti tínum og útrættum armi.»