Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Filippimanna, kapittul 2
Áminning um semju, um sjálvavnoktan eftir fyrimynd Krists
v1 Um tað tá er nøkur áminning í Kristi, um tað er nøkur kærleiks uggan, um tað er nakað samfelag andans, um tað er nøkur samkensla og miskunn, v2 tá gerið gleði mína fullkomna, við tað at tit hava sama hug, hava sama kærleika og samlyntir hava eitt í huga, v3 einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan, v4 og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava. v5 Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi, v6 hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, v7 men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; v8 og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi. v9 Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni, v10 fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini, v11 og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.
Áminning um at arbeiða upp á egnu frelsu
v12 Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan; v13 tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka. v14 Gerið alt uttan meinskan og iving, v15 fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum, v16 við tað at tit halda lívsins orði fram, mær til rós á degi Krists, at eg ikki havi runnið til einkis og ikki heldur arbeitt til einkis. v17 Ja, um eg sjálvur verði ofraður, meðan eg geri altartænastu fyri trúgv tykkara og beri hana fram sum offur, so gleðist eg og samgleðist við tykkum øllum. v18 Á sama hátt skulu eisini tit gleðast og samgleðast við mær.
Paulus vónar brátt at kunna senda Timoteus
v19 Men eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg brátt kann senda Timoteus til tykkara, so at eisini eg kann verða glaður í huga, tá ið eg fái at vita, hvussu tað veit við hjá tykkum; v20 tí at ongan havi eg hansara líka í lyndi, sum so trúliga vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við. v21 Tí at allir søkja teir sítt egna, men ikki tað, sum hoyrir Kristi Jesusi til. v22 Men hansara roynda trúskap vita tit um, at hann hevur tænað fyri gleðiboðskapinum saman við mær, eins og barn tænar faðir sínum. v23 Hann vóni eg tá at fáa sent, líka skjótt sum eg síggi, hvat ið úrslitið verður hjá mær. v24 Men eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt.
Paulus sendir Epafroditus aftur
v25 Men eg helt tað vera neyðugt at senda til tykkara Epafroditus, bróður mín og starvsfelaga og stríðsfelaga, men sendimann tykkara og ørindreka til at veita mær hjálp í trongd míni; v26 av tí at honum longdist eftir tykkum øllum og hann hevði nógva órógv á sær, tí at tit høvdu hoyrt, at hann hevði verið sjúkur. v27 Tí at hann var reiðuliga sjúkur, komin til deyða; men Guð miskunnaði honum, og ikki bert honum, men eisini mær, fyri at eg ikki skuldi hava sorg oman á sorg. v28 Tí sendi eg hann so mikið skjótari, fyri at tit kunnu verða glaðir aftur, tá ið tit fáa at síggja hann, og eg kann verða meira ekkaleysur. v29 Takið tá móti honum í Harranum við allari gleði, og havið slíkar menn í æru; v30 tí at fyri Krists gernings skuld var hann komin til deyða, við tað at hann setti lív sítt í váða, fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.