Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Filippimanna, kapittul 3
Ávaring móti jødiskum falslærarum; Paulus heldur seg als ongan fyrimun hava sum Jøda
v1 Annars, brøður mínir, gleðið tykkum í Harranum! At skriva tað sama til tykkara er einki stríð hjá mær, men tykkum er tað til styrkingar. v2 Gevið gætur eftir hundunum; gevið gætur eftir hinum ringu arbeiðismonnunum; gevið gætur eftir sundurskeringini! v3 Tí at vit eru hinir umskornu, vit sum tæna Guði í anda hansara og rósa okkum av Kristi Jesusi og ikki troysta á holdið, v4 tó at eg havi tað, sum eg kundi troystað á eisini í holdinum. Um einhvør annar tykist at kunna troysta á holdið, tá kann eg tað meira. v5 Eg eri umskorin áttanda dagin, av Ísraels fólki, Benjamins ætt, Hebreari av Hebrearum, viðvíkjandi lóg ein Fariseari; v6 viðvíkjandi vandlæti ein, sum gjørdi atsókn á kirkjuliðið; viðvíkjandi rættferðini samsvarandi lógini ólastandi. v7 Men tað, sum var mær ein vinningur, tað havi eg fyri Krists sakir hildið vera tap. v8 Ja, av sonnum haldi eg eisini alt vera tap móti tí, sum er so nógv mætari: kunnleikin um Krist Jesus, harra mín; fyri hansara skuld havi eg mist tað alt samalt og meti tað javnt við skarn, fyri at eg má vinna Krist, v9 og verða funnin í honum, so at eg ikki havi rættvísi mína, hana sum fæst av lóg, men hana sum fæst við trúgv á Krist, rættvísina frá Guði trúar vegna, v10 til tess at eg má kenna hann og kraftina av uppreisn hansara og samfelagið í líðingum hansara, við tað at eg verði sammyndaður við hann í deyða hansara, v11 um mær tá mátti eydnast at náa til uppreisnar frá deyðum.
Um kristnan fullkomileika
v12 Tað er ikki so, at eg longu havi náað tí ella longu eri fullkomin, men eg strembi eftir tí, um eg skuldi kunnað gripið tað, við tað at eg eisini eri gripin av Kristi Jesusi. v13 Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað, v14 men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi. v15 Latum okkum tí, so mangir sum fullkomnir eru, hava hetta huglyndi! Og um tit í einumhvørjum hugsa øðrvísi, tá skal Guð eisini opinbera tykkum hetta. v16 Bert at vit, so langt vit eru komnir, halda somu leið.
Paulus sum fyrimynd – øðrvísi við falslærarunum
v17 Verðið, brøður, samlíkir mær, og gevið tykkum far um teir, ið liva eftir tí fyridømi, sum tit hava í okkum. v18 Tí at mangir liva – eg havi ofta sagt tykkum tað, og nú sigi eg tað eisini grátandi – sum fíggindar av krossi Krists, v19 endi teirra er glatan, gudur teirra er búkurin, og æru sína seta teir í skemd sína, teir sum tráa eftir lutunum á jørðini. v20 Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist, v21 hann sum skal umskapa neyðarlikam okkara í somu mynd sum dýrdarlikam hansara eftir teirri kraft, sum hann er mentur eisini at leggja alt undir seg við. (4,1) Tess vegna, brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið soleiðis fastir í Harranum, elskaðu tit!