Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Bræv Paulusar ápostuls til Filippimanna, kapittul 4
Áminning um semju
v2 Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at tær skulu vera samlyntar í Harranum. v3 Ja, eg biði eisini teg, mín trúgva starvsfelaga, um at vera teimum til hjálpar, tí at tær stríddust saman við mær í gleðiboðskapinum í felagi við Klemens og øðrum starvsfeløgum mínum, – nøvn teirra standa í lívsins bók.
Áminning um gleði í Harranum, um sanna bøn, um at streva eftir tí góða
v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! v6 Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, v7 og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. v8 Annars, brøður, alt tað, sum er satt, alt sum er sámiligt, alt sum er rætt, alt sum er reint, alt sum er elskuligt, alt sum hevur gott ágiti, eina og hvørja dygd og ein og hvønn sóma, havið tað í huga! v9 Tað, sum tit bæði hava lært og tikið við og hoyrt og sæð til mín, gerið tað, og Guð friðarins skal vera við tykkum.
Paulus takkar fyri gávuna
v10 Men eg var ógvuliga glaður í Harranum um tað, at tit nú til endans eru komnir aftur fyri tykkum, so at tit hava kunnað hugsað um mítt gagn, sum tit eisini fyrr hugsaðu um, men tit høvdu tá einki føri. v11 Hetta sigi eg ikki av teirri grund, at mær hevur trotið; tí at eg havi lært at vera nøgdur við tað, sum eg havi. v12 Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava almikið; í øllum viðurskiftum og í øllum lutum havi eg lært tað loyndarmál bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava almikið og at hava trot. v13 Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan. v14 Kortini gjørdu tit væl í at taka lut við mær í trongd míni. v15 Men tit vita eisini sjálvir, Filippimenn, at í fyrstuni, tá ið gleðiboðskapurin varð tikin upp, ta ferðina eg fór burtur úr Makedóniu, tá var einki kirkjulið, sum hevði viðurskifti við meg um latið og fingið, uttan tit einir. v16 Tí at eisini í Tessalóniku sendu tit mær bæði eina ferð og tvær ferðir tað, sum mær var tørvur á. v17 Ikki fyri tað at eg trái eftir gávuni, men eg trái eftir ávøkstinum, sum ríkliga kemur tykkum til góða. v18 Men nú havi eg alt og havi almikið, eg havi í yvirflóð, síðan eg við Epafroditusi fekk sendingina frá tykkum, ein yndisligan anga, eitt fagnaðaroffur, Guði væl toknað. v19 Men Guð mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi. v20 Men Guði og faðir várum veri æran um aldur og allar ævir! Amen.
Paulus sendir heilsan og signing
v21 Heilsið einum og hvørjum heilagum í Kristi Jesusi! Brøðurnir, sum eru hjá mær, lata heilsa tykkum. v22 Øll hini heilagu lata heilsa tykkum, men mest tey, sum hoyra til hús keisarans. v23 Náði Harrans Jesu Krists veri við anda tykkara!