Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Kolossumanna, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og bróðirin Timoteus v2 til hinar heilagu og trúgvandi brøðurnar í Kolossu, sum hoyra Kristi til: náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum!
Tøkk fyri trúgv og kærleika hjá kirkjuliðinum í Kolossu
v3 Vit takka Guði og faðir várs harra Jesu Krists altíð, tá ið vit biðja fyri tykkum, v4 eftir at vit hava hoyrt um trúgv tykkara á Krist Jesus og um kærleikan, sum tit hava til øll hini heilagu, v5 vegna ta vón, sum tykkum er goymd í himnunum, hana sum tit áður hava hoyrt um í sannleiksorði gleðiboðskaparins, v6 sum er komin til tykkara, eins og hann eisini er í øllum heiminum og ber ávøkst og veksur, líkasum eisini hjá tykkum, frá tí degi, tá ið tit hoyrdu hann og fingu at kenna náði Guðs í sannleika, v7 soleiðis sum tit eisini hava lært av Epafrasi, okkara elskaða samtænara, sum er ein trúgvur tænari Krists fyri tykkum, v8 hann sum eisini hevur sagt okkum frá kærleika tykkara í andanum.
Bøn um andligan vøkstur
v9 Tess vegna hava vit, frá tí degi vit hoyrdu tað, ikki heldur hildið uppat at gera bøn fyri tykkum og biðja um, at tit mega verða fyltir við kunnleika um vilja hansara í øllum vísdómi og andligari skynsemi, v10 so at tit hava eina slíka atferð, sum tað høvir fyri Harranum, honum til allan hugnað, við tað at tit bera ávøkst og vaksa í øllum góðum verki við kunnleikanum um Guð, v11 av tí at tit verða styrktir við allari kraft eftir dýrdar mátti hansara til alt tolmóð og langmóð við gleði v12 og takka faðirinum, sum gjørdi okkum dúgligar til at fáa part í arvaluti teirra heilagu í ljósinum, v13 hann sum bjargaði okkum út úr valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns, v14 sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna.
Vitnisburður um Krist, Guðs son, høvur og frelsara kirkjuliðsins
v15 Og hann er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning, v16 tí at í honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; v17 og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum. v18 Og hann er høvd likamsins, tað er kirkjuliðsins, hann sum er upphavið, hin fyrstiføddi av hinum deyðu, fyri at hann í øllum lutum skuldi vera fremstur. v19 Tí at í honum líkaði tað Guði, at øll fyllingin skuldi búgva, v20 og við honum at gera allar lutir sáttar við seg, hvørt tað so eru teir, sum eru á jørðini, ella teir, sum eru í himnunum, við tað at hann íbirti frið við blóðinum á krossi hansara. v21 Eisini tykkum, sum áður vóru vorðnir fremmandir og fíggindar í huga tykkara, soleiðis sum tit livdu í illum gerningum, v22 hevur hann tó nú gjørt sáttar í holdslikami hansara við deyðanum, til tess at lata tykkum koma fram fyri ásjón sína heilagar og lýtaleysar og ólastandi, v23 so satt sum tit verða verandi í trúnni, grundfestir og fastir, og ikki lata tykkum vika frá vónini í tí gleðiboðskapi, sum tit hava hoyrt, sum er boðaður fyri øllum skapninginum undir himninum, og sum eg, Paulus, eri vorðin tænari hjá.
Líðing fyri gleðiboðskapin
v24 Nú eri eg glaður í líðingum mínum fyri tykkara skuld og uppfylli í holdi mínum tað, sum enn vantar í trongdum Krists, fyri likam hansara, sum er kirkjuliðið, v25 sum eg eri vorðin tænari hjá samsvarandi tí Guðs húshaldi, sum mær er litið til viðvíkjandi tykkum: til fulnar at boða Guðs orð, v26 tann loyndardómin, sum hevur verið duldur frá tí, at allar øldir og ættir vórðu til, men nú er opinberaður fyri hansara heilagu, v27 sum Guð vildi gera kunnigt, hvussu stórur ríkdómurin í hesum loyndardómi er heidninganna millum, sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar. v28 Og hann boða vit, við tað at vit áminna hvønn mann og læra hvønn mann við øllum vísdómi, fyri at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi; v29 og við hetta strevist eg eisini, við tað at eg stríðist samsvarandi hansara mátti, sum virkar í mær við kraft.