Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Bræv Paulusar ápostuls til Kolossumanna, kapittul 2
Stríð Paulusar fyri at kirkjuliðini skulu vaksa andaliga
v1 Tí at eg vil, at tit skulu vita, hvussu stórt stríð eg havi fyri tykkara skuld og teirra í Laodikeu og alra teirra, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum, v2 fyri at hjørtu teirra mega verða magnað, við tað at tey verða samanbundin í kærleika og vinna fram til allan ríkdómin í teirri fullvissu skynsemi, til kunnugleika um loyndardóm Guðs, tað er Krist, v3 sum allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans eru fjaldir í.
Áminning um at halda fast við Krist og vara seg fyri villleiðandi vísdómi
v4 Hetta sigi eg, fyri at eingin skal reingja tykkum við lokkandi orðum; v5 tí at um eg eri frástaddur í holdinum, eri eg kortini hjá tykkum í andanum, og eg eri glaður við at síggja tað góða lagið hjá tykkum og fastleikan í trúgv tykkara á Krist. v6 Líkasum tit tí hava tikið ímót Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum, v7 í tí at tit eru rótfestir og verða uppbygdir í honum og verða staðfestir við trúnni, soleiðis sum tit vórðu lærdir, og fara fram við henni í takkargerð. v8 Gevið tí gætur, at eingin skal vera til at hertaka tykkum við heimspeki og tómari villu samsvarandi mannafrásøgnum, samsvarandi heimsins barnalærdómi og ikki samsvarandi Kristi;
Hjá Kristi, sum teir í dópinum eru vígdir til, er frelsa og sigur yvir fíggindakreftum at finna
v9 tí at í honum býr øll fylling guddómsins likamliga; v10 og tit eru fyltir í honum, hann sum er høvdið yvir øllum valdi og harradømi; v11 í honum eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holdslikaminum, við umskering Krists, v12 av tí at tit vórðu grivnir við honum í dópinum, sum tit eisini vórðu uppreistir í saman við honum við trúnni á Guðs kraft, sum reisti hann upp frá deyðum. v13 Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og í yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara, v14 og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. v15 Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum.
Ávaring mót falslærarum
v16 Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka, ella hvat ið viðvíkur hátíðum ella nýmánum ella hvíludøgum; v17 hetta er bert skuggi av tí, sum koma skuldi, men likamið er Krists. v18 Latið ongan døma sigursprísin frá tykkum, sum hevur hugnað í eyðmýkt og eingladýrkan, við tað at hann fæst við sjónir sínar, er grundaleyst hástórur av sínum holdliga huga, v19 og ikki heldur fast við høvdið, hann sum alt likamið veksur Guðs vøkstur út frá, útgjørt og samanbundið við liðum sínum og bondum. v20 Eru tit deyðir við Kristi burtur frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, eins og livdu tit í heiminum, slík boð leggjast fyri tykkum: v21 «Tak ikki, smakka ikki, nem ikki við!» v22 – alt hetta er tó ætlað til at farast við at verða nýtt – samsvarandi mannaboðum og mannalærdómum? v23 Hetta hevur væl orð fyri vísdóm við sjálvgjørdari dýrkan og eyðmýkt og eirindaloysi móti likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert, eina til mettu fyri holdið.