Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður!
Tøkk fyri trúarlívið hjá kirkjuliðinum, sum er fyrimynd hjá øðrum kirkjuliðum
v2 Vit takka altíð Guði fyri tykkum allar, tá ið vit minnast til tykkara í bønum okkara, v3 við tað at vit fyri ásjón Guðs og faðirs várs javnt og samt minnast virksemi tykkara í trúnni og arbeiði tykkara í kærleikanum og áhaldni tykkara í vónini á váran harra Jesus Krist, v4 av tí at vit vita, brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir; v5 tí at gleðiboðskapur okkara kom ikki til tykkara bert í orðum, men eisini í kraft og í heilagum anda og í miklari fullvissu, soleiðis sum tit jú vita, hvussu vit vóru tykkara millum fyri tykkara skuld. v6 Og tit eru vorðnir eftirfylgjarar okkara og Harrans, tá ið tit tóku ímót orðinum við gleði í heilagum anda, tó at tit vóru í miklari trongd; v7 so at tit eru vorðnir ein fyrimynd fyri øllum hinum trúgvandi í Makedóniu og í Akkeu. v8 Tí at frá tykkum hevur orð Harrans ljómað ikki bert í Makedóniu og Akkeu, men allar staðir er trúgv tykkara á Guð komin út, so at tað ikki er okkum neyðugt at tala um tað; v9 tí at teir siga sjálvir frá tí um okkum, hvørja inngongd vit fingu hjá tykkum, og hvussu tit vendu um til Guðs frá skurðgudunum, til tess at tæna livandi og sonnum Guði, v10 og vænta son hansara frá himnunum, sum hann reisti upp frá deyðum, Jesus, sum frelsir okkum frá hini komandi vreiðini.