Orðafrágreiðingar
|
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 5
Harrans dagur; áminning um at vaka
v1
Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara;
v2
tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt.
v3
Tá ið menn siga: «Friður og eingin fári!» tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan.
v4
Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur.
v5
Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins.
v6
Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir!
v7
Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina.
v8
Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm.
v9
Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi,
v10
sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum.
v11
Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera!
Ymiskar áminningar
v12
Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum,
v13
og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum!
v14
Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll!
v15
Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!
v16
Verið altíð glaðir!
v17
Biðið uttan íhald!
v18
Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.
v19
Sløkkið ikki andan!
v20
Vanmetið ikki profetaorð!
v21
Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er!
v22
Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi!
Signingarynski
|