Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 5
Harrans dagur; áminning um at vaka
v1 Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara; v2 tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt. v3 Tá ið menn siga: «Friður og eingin fári!» tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan. v4 Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. v5 Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins. v6 Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir! v7 Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina. v8 Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm. v9 Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi, v10 sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum. v11 Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera!
Ymiskar áminningar
v12 Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum, v13 og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum! v14 Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll! v15 Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum! v16 Verið altíð glaðir! v17 Biðið uttan íhald! v18 Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara. v19 Sløkkið ikki andan! v20 Vanmetið ikki profetaorð! v21 Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er! v22 Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi!
Signingarynski
v23 Men sjálvur Guð friðarins halgi tykkum til fulnar, og gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists! v24 Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.
Heilsanir
v25 Brøður, biðið fyri okkum! v26 Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi! v27 Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum. v28 Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!