Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 2
Gudstænastuforskriftir serliga fyri felagsbønir
v1 Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, v2 fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. v3 Hetta er gott og tekkiligt fyri frelsara okkara, Guði, v4 sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. v5 Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus, v6 sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll; tað er vitnisburðurin á sínum tíma, v7 og hann eri eg settur sum boðberi og ápostul fyri – eg sigi sannleika, eg ljúgvi ikki – sum lærari hjá heidningum í trúgv og sannleika.
Atferð konanna
v8 Eg vil tá, at menninir skulu halda bøn soleiðis, at teir á einum og hvørjum staði lyfta upp heilagum hondum uttan vreiði og trætnað, v9 somuleiðis at konur skulu prýða seg við sámiligum klæðum, við blúgv og hóvsemi, ikki við flættum og gulli ella perlum ella dýrum skarti, v10 men eins og konum sømir, sum viðkenna sær gudsótta, við góðum gerningum. v11 Kona eigur at læra í kvirri, í øllum undirgivni. v12 Men eg gevi ikki konu loyvi til at vera lærari ella at taka sær ræði á manninum, men at vera í kvirri. v13 Tí at Ádam varð fyrst myndaður, síðan Eva; v14 og Ádam varð ikki dáraður, men konan varð dárað og er fallin í misgerð. v15 Men hon skal verða frelst gjøgnum barnaføðing sína, um tær verða standandi í trúgv og kærleika og heilagleika við hóvsemi.