Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 5
Forskriftir fyri atferð Timoteusar viðvíkjandi gomlum og ungum
v1 Gamlan mann mást tú ikki deila; men áminn hann sum faðir, ungar menn sum brøður, v2 gamlar konur sum møður, ungar konur sum systrar, í øllum reinleika!
Forskriftir fyri atferð Timoteusar viðvíkjandi einkjum
v3 Æra einkjur, sum í roynd og veru eru einkjur. v4 Men um einhvør einkja hevur børn ella barnabørn, tá lat tey læra fyrst og fremst at sýna skyldu sína móti sínum egna húsi og at veita foreldrum sínum endurgjald; tí at hetta er tekkiligt í Guðs eygum. v5 Men tann, sum í roynd og veru er einkja og stendur einsamøll, hevur sett vón sína til Guðs og heldur á við ákallan og bønum nátt og dag; v6 men tann, sum livir, sum henni lystir, er livandi deyð. v7 Legg teimum eisini hetta við, fyri at tær mega vera ólastandi. v8 Men um einhvør ikki hevur umsorgan fyri sínum egnu og serstakliga fyri húsfólki sínum, tá hevur hann avnoktað trúnna og er verri enn vantrúgvur. v9 Einkja kann verða uppskrivað á skrá, tá ið hon ikki er undir seksti ár, og hevur verið eins mans kona, v10 hevur gott orð á sær fyri góðar gerðir, hevur fostrað upp børn, hevur sýnt gestablídni, hevur tváað føturnar á heilagum, hevur verið neyðstøddum til hjálpar, hevur lagt sær eina við einum og hvørjum góðum verki. v11 Men koyr frá tær hinar ungu einkjurnar! Tí at tá ið tær í holdligari trá svíkja Krist, vilja tær giftast, v12 og hava so gjørt seg sekar í tí, at tær hava brotið sína fyrstu trúgv. v13 Men umframt hetta læra tær eisini at vera yrkisleysar, við tað at tær ganga hús úr húsi, ja, ikki bert yrkisleysar, men eisini at bera sley og leggja seg upp í tað, sum teimum ikki kemur við, og tala tað, sum er ólíkligt. v14 Eg vil tí, at ungar einkjur skulu giftast, eiga børn, stýra húsi, ikki geva mótstøðumanninum nakað tilevni til illmælisorð; v15 tí at summar hava longu vent sær burtur aftan á Sátan. v16 Um einhvør trúgvandi maður ella einhvør trúgvandi kona hevur einkjur, tá veiti tey teimum hjálp, og lati ikki kirkjuliðið fáa eina byrði, fyri at tað kann veita teimum hjálp, sum í roynd og veru eru einkjur.
Forskriftir fyri atferð Timoteusar viðvíkjandi teimum elstu
v17 Teir elstu, sum standa væl fyri, skulu vera hildnir tvífalda æru verdir, helst teir, sum arbeiða í talu og læru. v18 Tí at skriftin sigur: «Tú skalt ikki múlabinda oksan, tá ið hann treskir,» og «arbeiðismaðurin er løn sína verdur.» v19 Tak ikki við kærumáli móti einum elsta, uttan at tveir ella tríggir eru vitni. v20 Teimum, sum synda, skalt tú seta at, so øll hoyra, til tess at eisini hini mega hava ótta. v21 Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu og hinna útvaldu eingla, at tú gáar um hetta uttan nakran fyridóm, og at tú einki gert fyri at vera einumhvørjum til vildar. v22 Ver ikki skjótur at leggja hendur á nakran; hav heldur ikki lut í syndum hjá øðrum! Varðveit teg sjálvan reinan! v23 Drekk ikki longur bert vatn; men njót eitt sindur av víni fyri maga tín og veikleikar tínar, sum eru so tíðir! v24 Hjá summum monnum eru syndirnar opinberar og ganga undan teimum til dóms; men hjá summum fylgja tær aftaná. v25 Á sama hátt eru eisini hinir góðu gerningarnir opinberir; og teir, sum tað er øðrvísi vorðið við, kunnu ikki dyljast.